Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klárt at flyta inn í íbúðirnar á Norðoyri

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.01.2021 - 10:14 Myndarøð Tíðindi Vinna

Í dag fingu fyrstu íbúgvarnir lyklarnar til nýggju og snotuligu íbúðirnar á Norðoyri, sum Norðhús hevur latið bygt. Verkætlanin byrjaði fyri 12 mánaðum síðani, og longu nú kunnu fyrstu fólkini flyta inn, upplýsir Hjalti Josephsen, stjóri í Norðhús.

-    Hetta hevur verið spennandi og eisini eitt sindur øðrvísi. Seinastu árini hava vit fyri tað mesta arbeitt við størri og minni verkætlanum fyri fyritøkur, kommunur og einstaklingar, men hesaferð hava vit so valt at standa fyri allari verkætlanini sjálvir, og tað er nakað serligt, sigur Hjalti. 

-    Í 2011 bygdu vit fyrsta íbúðarbygningin úti á Norðoyri, men stutt eftir tað kom fíggjarkreppan, og tí fóru vit ongantíð víðari. Men nú eftirspurningurin eftir íbúðum bert er øktur seinastu árini, hildu vit, at vit skuldu gera okkara til, at fáa fleiri íbúðir í hetta økið, sigur Hjalti. 

Fyrsti bygningurin hevur 6 íbúðir, ið allar eru seldar, og stutt niðanfyri er longu full ferð komin á ein eins íbúðarbygning, ið eftir ætlan skal standa liðugur í mai í ár. Allar 6 íbúðirnar í bygninginum niðanfyri eru eisini seldar, og stjórin upplýsir, at ein bygningur við 3 íbúðum skal eisini byggjast eitt sindur sunnanfyri, har bert ein íbúð er óseld í løtuni. Seinasti bygningurin skal eftir ætlan standa liðugur hálvan oktober í ár.

-    Tað hevur gingið ómetaliga væl at selja íbúðirnar. Tørvurin er stórur, og vit fegnast sjálvandi um, at tað hevur gingið so væl, og at íbúgvarnir hava verið so sinnaðir at finna góðar loysnir saman við okkum, sigur Hjalti 

Í dag varð farið undir at flyta inn í ljósu íbúðirnar, ið eru 81 fermetrar, og eru innrættaðar við tveimum sovikømurum, umframt stovu, køk, baðirúm og einum uttandura-skúri.

Íbúðirnar eru gjørdar orkusparandi við hitapumpu og eru eisini sera væl bjálvaðar. So skjótt kavin er burtur, verður farið undir at asfaltera og fáa ljósviðurskiftini uttanfyri liðug.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…