Tí eru KÍ-leikararnir ikki partur av venjingarleguni hjá A-landsliðnum
Mikkjal K. Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ, greiðir frá, hví KÍ ikki vil loyva sínum leikarum at luttaka á venjingarleguni hjá A-landsliðnum 11. 14. februar.
Venjingarlegan er fyri leikarar í føroysku kappingini og liggur tríggjar vikur áðrenn 1. umfar í landskappingini. Tá hópurin bleiv kunngjørdur bleiv eisini kunngjørt, at KÍ-leikararnir ikki vóru tøkir til landsliðið hesar dagarnar.
Alt ov stutt uppundir landskappingarbyrjan
Hví eru KÍ-arnir ikki tøkir til venjingarleguna hjá A-landsliðnum 11.-14. februar, spyrja vit KÍ-venjaran.
- Eg haldi at spurningurin eigur at vendast á høvdið. FSF og/ella landsliðsvenjarin hava sett eina venjingarlegu í úrtíð. Hatta eru ikki almennir dagar til landsliðsvirksemi. Tað er púra óvanligt fyribrygdi, at landslið møtist uttanfyri dagarnar, sum UEFA ásetur.
- Vit hava eina avbjóðing við at vit hava mist nógvar leikarar og fingið nógvar nýggjar leikarar. Vit hava nógvar leikarar, ið eru í spæl til A-landsliðið. Tað merkir, at øgiliga stutt uppundir kappingarbyrjan høvdu vit mist ein stóran part av okkara hópi. Vit eru bara 18 leikarar í løtuni og til eina slíka venjingarlegu høvdu vit kanska mist eini 6-7 leikarar, har vit annars høvdu spælt venjingardyst og fyrireikað okkum. Tí kom tað illa við og eg hevði eitt uppskot fyri teimum, at hava venjingarleguna í desember ella fyrra partin av januar, so at tað ikki kom inn beint uppundir kappingarbyrjan. Tað er ikki ilt millum partarnar uppá nakran máta. Hetta er gjørt í samráð við nevndina hjá KÍ, leikararnir eru ikki íblandaðir. Eg haldi, at tað er løgið, tá man hevur allan desember mánaða og fyrra partin av januar, at man leggur venjingarleguna so stutt áðrenn kappingarbyrjan, tá liðini eru í hæddini av sínum fyrireikingum. Liðini hava eisini øgiliga ymiskar fortreytir, har summi hava lítla útskifting, meðan onnur sum t.d. vit hava stóra útskifting. Tað er undarligt at leggja liðini undir hatta trýstið, og tað kann skjótt blíva, at eingin torir at siga nei, sigur Mikkjal K. Thomassen við Norðlýsið.
Hevur gott samskiftið við landsliðsvenjaran
Kann hetta gera, at leikararnir, sum liggja á markinum til eina lansliðsúttøku framyvir fáa tað truplari at fáa pláss, tá teir nú ikki vera á hesi venjingarleguni?
- Tað vil eg ikki vóna. Um tað er, so missi eg alla virðingina fyri landsliðsvenjaranum. Men eg havi alla tíðina havt eitt gott samskiftið við landsliðsvenjaran, síðani hann bleiv settur. Vit vilja gjarna vera og eru ein góður viðleikari fyri Fótbóltssambandið, sigur Mikkjal.
Missa tríggjar vikur av venjing
Hvussu hevur Mikkjal tað við, at KÍ er einasta felag í Føroyum, sum noktar sínum leikarum at fara á venjingarlegu hjá A-landsliðnum.
- Tað havi eg tað fínt við. Eg eri venjari hjá KÍ, so tað er mín ábyrgd yvir fyri mínum baklandi, nevndini og teimum sum eru góð við KÍ, so er tað mín uppgáva at røkja áhugamálini hjá KÍ. Tað geri eg samvitskufult. Vit hava gjørt hetta, tí vit meta tað vera tað rætta í hesum førinum.
- Hvør dagur hjá okkum er kærkomin. Tað sær út til at kavi og frost kemur at liggja í tríggjar vikur, har vit ikki fáa vant á vøllinum. Um vit so skuldu sent leikararnar til eina venjingarlegu eisini, so havi eg stórt sæð ikki havt eina ‘’Pre-season’’ við einum nýggjum liði. Tað er í síðsta enda mín ábyrgd at verja áhugamálini hjá KÍ. Hetta eru ikki almennir dagar til landsliðsvirksemi, so feløgini hava ikki krav uppá at lata leikararnar leysar, sigur Mikkjal K. Thomassen at enda.