Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kommunan er fíggjarliga væl fyri

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  22.02.2021 - 11:21 Politikkur Tíðindaskriv

Tað er ófrættakent, at nýggi meirilutin í býráðnum seinastu vikurnar hevur brúkt nógva orku til at sáa mistreysti og afturhald, eisini við beinleiðis ósannindum

Ferð eftir ferð hevur verið ført fram, at eingir pengar eru til nakað, hóast tølini vísa klárt nakað annað.

Tí vilja vit við hesum avsanna skeivu myndina, ið hevur verið málað.

Á seinasta fíggjarnevndarfundi varð gjaldførið hjá kommununi gjørt upp pr. 20. januar í ár, og har stóð svart upp á hvítt, at tøkt gjaldføri var 42,3 mió. kr., har peningurin til veghæddina á Biskopstorgi er íroknaður.

Harumframt varð gjørt greitt, at í løtuni er Klaksvíkar kommuna 83 mió. kr. undir einari álíkning í láni, og tískil eru góðir møguleikar fyri at halda framdrift og optimismu.

 

Bíligari at læna pening enn at eiga pening

Harafturat er tað bíligari hjá Klaksvíkar kommunu at lána pengar enn at eiga pengar. Kommunan hevur vanliga altíð ein kassakreditt, og við einum kassakreditti á 40 mió. kr. hevur kommunan fleksibilitet til at stýra gjaldførinum skilagott, og samstundis tryggja sær eina góða rentu.

 

Lat okkum ikki tosa eina kreppu í gongd

Kommunan hevur verið í stórari framgongd seinastu árini, og tað hevur stóran týdning, at vit framhaldandi menna og byggja upp. Løtan er ikki at tosa eina kreppu í gongd, men heldur nøra um tað, sum vit eiga í okkara fantastisku kommunu.

Fíggjarliga rásarúmið hjá kommununi at gera íløgur komandi 4 árini er umleið 240-280 mió. kr. Hetta er ikki smávegis, og tí er tað svart tos at tosa eina kreppu í gongd og at tosa um at steðga fleiri verkætlanum. 

Vit vilja hava, at fleiri borgarar velja Klaksvíkar kommunu til, eitt sterkt vinnulív, at fleiri búsetingar verða kring í kommunu okkara, og at foreldur, sum ynskja børn síni á stovn, eisini altíð hava møguleika til tað.

Vit mugu hugsa um eina vakstrarstrategi fyri kommununa, og halda áfram at útbyggja og sáa vón um ein spennandi bý. Her býr so nógv fólk, sum dagliga vísa áræði, huflog og seta kommunu okkara í miðdepilin við spennandi tilboðum og verkætlanum. Tað er hetta, ið vit hava ábyrgdina av at fáa at nørast, so vinna og borgarar blóma.

Lat okkum standa saman, heldur enn at skapa split.

 

Jógvan Skorheim

Signhild V. Johannesen

Tummas Lervig 

Andreas Josephsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Frá okkum til tykkum
Takk fyri jóla­heilsan frá Sigrid Dalsgar…
Bogi: - Føroyar selja fyri 1. mia krónur…
Jóla­heilsan frá Wind Keeper
Jóla­heilsan frá grønlendska rækjutrolara…
Jóla­heilsan frá Svend C
LARS LØKKE OG METTE FREDERIKSEN