Lýsing
Lýsing
Lýsing

6 av 7 flokkum nær við semju um veiðugjaldið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.02.2021 - 20:30 Politikkur Tíðindi Vinna

Javnaðarflokkurin og Framsókn nærkast samgonguni. Tjóðveldi heldur fast um politikkin í undanfarnu setu og sær út til at kunna gerast eftirbátur í spurninginum um veiðugjaldið

Fiskivinnukjak er á Skúlatrøð í kvøld og sambært kjakinum er nógv sum bendir á at talan er um eitt søguligt kvøld. Tí Aksel V. Johannesen var greiður, Javnaðarflokkurin tekur undir við prinsippunum hjá samgonguni í mun til veiðugjøldini.

Allir flokkar saman við fólkum úr vinnuni hava viðgjørt spurningin um veiðugjald. Næsti leikur er at uppskotið um veiðugjaldi verður lagt fyri løgtingið fríggjadagin 26. februar.  

Soleiðis sum kjakið háttaði seg, er greitt at Aksel V. Johannesen vil hava ein slags C-ventil, soleiðis at tá gongst væl so skal veiðugjaldið verða hægri, enn tað sum samgongan ætlar. Hinvegin kann gjaldið eisini lækkað meira enn tað sum samgongan ætlar, tá tað gongst fiskivinnuni illa. 

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn hevði eisini orðið og hon segði seg somuleiðis kunna partvíst taka undir við ætlanunum hjá samgonguni viðvíkjandi veiðugjøldunum. 

Tað er einans Høgni Hoydal, formaður sum heldur fast um fiskivinnupolitikkin frá undanfarnu setu.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu