Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjóvarmál 2020: Havstovan sóknast eftir upplýsingum um hávar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  02.03.2021 - 14:13 Tíðindaskriv

Lítil vitan er skrásett um brugdu og hemara undir Føroyum. Hetta kemst millum annað av, at hesi hávasløg sjáldan verða veidd og heldur ikki altíð landað. Havstovan er áhugað í at fáa meira at vita um stovnsstøddina og lívfrøðina sum heild hjá hesum hávasløgum.

Síðstu vikurnar hava borist tíðindi um hemara runt oyggjarnar, og tískil taka vit hendan stubban úr Sjóvarmáli 2020 framaftur. Tá Havstovan fær fráboðanir um ymisk fyribrigdi frá áhugaðum fólki, verða tær savnaðar í ein dátugrunn, soleiðis at slík vitan verður skrásett.

Um tú eygleiðir okkurt fyribrigdi við tilknýti til sjógvin, sum tú heldur er áhugavert, so kanst tú boða Havstovuni frá. Tað kanst tú til dømis gera við at senda t-post til spennandi@hav.fo, men tú ert eisini vælkomin at ringja 353900, meðan opið er 09:00-15:30 gerandisdagar.

Stubbin í Sjóvarmáli um brugdu og hemara kann lesast her.

Havstovan gevur út ársritið Sjóvarmál, sum við orðum og myndum lýsir stóran part av virkseminum á Havstovuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Bakkafrost: Virðisflutningu­rin úr útjaða…
SEV skal ongantíð privatiserast
Silvarenning 2026
Tjóðleik­húsið lagt á ís
Veðrið í dag
Aftursvar til Karl
Fara beinanvegin at lækka oljuprísirnar
Myndarøð: Lands­stýrið tilnevnt í Tingane…
Team Klaksvík hevði hugnaløtu
Leigustuðulin liggur fyrst fyri
Nógvar endur­skoða­nir í væntu innan útbúg…
Steffan Klein Poulsen nýggjur formaður í…
Visit Faroe Islands kann taka tað róligt
Lágt-hangandi fruktir­nar fyrst
Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldu…
Týdningu­rin av fakfeløgum viðurkendur
RSP taka yvir Tórsfest 2026
Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2…
Breið undirtøka fyri evstu embætunum og…