Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mars máni - byrjar sum leyva, rýmir sum lambið

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  07.03.2021 - 11:25 Mentan Myndarøð Tíðindi

Ensku orðafellið omanfyri, hóskar helst eisini væl til føroyska veðurlagið í mars. Hóast hetta ikki bleiv heilt soleiðis í ár, so er byrjanin av mars mangan baldrut, myrk og køld, ímeðan hin endin á mánaðinum ofta er blíðari.

Urtagarðurin

Vit kunnu siga at urtagarðsárið byrjar í mars. Nú sólin er komin longur upp á luftina. Nú er tíð at fara út í hávan. Nú er tíð at skera staudirnar niður. Stauda er eitt felagsheitið fyri blómur, ið koma aftur ár um ár.

Tað er ikki rætt at rudda urtagarðin so væl um heystið. Tað er rættari at lata leyvið sleppa at rotna burtur um veturin, tí følnaða leyvið er við til at verja plantuna og er við til at taða moldina. Nú tá plantan byrjar at spíra aftur, er tíð at skera tað gamla leyvið burtur og rudda urtagarðin.

Lokaplanturnar

Eitt gott hugskot er eisini at lúka væl nú um várið, at beina burtur allar lokplanturnar (ókrúti) Gerst tú hetta tíðliga um várið, hevur tú minni stríð av hesum seinni. Tað er lættari at gera hesa tíðina, tí leyvið á runnum og blómum er enn ikki komið, og tí sær man væl lokplanturnar, og tær eru lættar at taka burtur.

Kálk

Fara vit til grasplenuna, er ofta nógvur mosi at síggja um hesa tíðina áðrenn grasið rættiliga byrjar at vaksa. Eingin orsøk til at stúra, hetta er heilt nátúrligt í øllum føroyskum grasplenum. Men jørðin í Føroyum er sum heild ov súr av nógva regninum, og tí er eitt gott hugskot at kálka. Hetta kann dempa ringasta mosavøksturin.

Sárbarur vøllur

Eisini fýkur nógv órudd, bløð, smásteinar og slíkt inn á grasvøllin um veturin, hetta er gott at fáa beint burtur. Brúka eina bleyta rívu at beina burtur tað sum hevur lagt seg á grasið, soleiðis at sólin sleppur til nýggju spírarnar. Bleyta rívu, tí vøllurin er ógvuliga sárbarur hesa tíðina.  Hógvurin eru ógvuliga bleytur og tolir illa traðk og aktivitet, tí jørðin er so vatn mettað.

Runnarnir

Fara vit til runnarnar, so er tað nú at man skal klippa og snøgga teir. Mangan eru greinendarnir deyðir og eru blivnir svartir av saltinum og sjóvrokinum, vindinum og frostinum. Tað er týdningarmikið at man hevur ein hvassan saks, so at man ikki rívir endarnar, men sker teir snøkt av.

Amboðini

Hjá býargartnaranum verða amboðini hvest og oljan á plenuklipparanum skift. At hvessa knívin á plenuklipparanum er eisini góður vani at gera sær. Ein óhvassur knívur á maskinuni roytir grasið av í staðin fyri at skera tað, og er hetta ikki gott fyri plenuna.

Snigilin

Um snilglarnar, dreparasnigilin. Tað er nú um várið at best er at týna sniglar. Best er at grannaløg sum hava sniglatrupulleikar tosa og arbeiða saman móti sniglinum. Ein snigil blívur til nógvar í leypið á várinum. Týnir tú ein nú, so kann hesin eini, slapp hann at liva, verða blivin til 1000 seinni í summar.

Um ein hávaeigari tínir sniglar, og teir eru allastaðni rundan um, so nyttar lítið, tí er best um grannaløg tosa saman.

Fellur

Møguleikin eru nógvar ymiskar fellur, man kann gera fellur sjálvur. Leggja ein plastposa á jørðina við steinum á hvørjum horni so lyfta upp einaferð um dagin og samla teir saman. Sniglagift er seinasti møguleiki. Sniglarnir trívast best har nógv gamalt hávaafall liggur. Eisini trívast teir har jørðin er vát.

Dren

Gott er at hávin er ruddiligur og at jørðin er væl drena. Snigilin trívist ikki har sum turt er, so við at hugsa um tað, er man við til at gera umstøðurnar hjá sniglunum truplari. Giftin er ein neyðloysn.

Gift

Um tú brúkar gift, so er umráðandi at tú leggur gift í tveimum umførum, tí sniglaegggini doyggja ikki av giftini, men liva framvegis. Gift er ein neyðloysn tað er ikki politiskt rætt at tveita gift út í náttúruna. Um tú í staðin fyri at brúka gift, leggur teg eftir at drena væl, er tað eisini fremjandi fyri fyri aðrar mekanismun sum natúrliga liva í moldini.

Taðing

20 kilo til 1000 fermetrar  av kálki.Tað er einaferð og nú tíðliga um várið. Kálk júst nú er júst rætta tíðin.

Eg brúki ikki annað í betinum bjá mær har sum planturnar eru enn høsnatøð, sum fæst í handlunum, sum handla við urtagarðsvørum. Til bedini havi eg bara brúkt organiskt tøð. Plenina havi eg brúkt høsnatøð, tá eg havi gjørt nýggj bed havi eg brúkt rossatøð, tað kann eisini keypast, tað er hálmur og rossatø., sum eisini fáast. Hávin á bakkanum hava vit brúkt rossatøð og hestatøð, sigu Hans Hjalti Skaale víðari.

Frægd fyri eygað

Hetta er tíðin har vit fegnast um at tað gongur ímóti ljósari tíðum. Tey, ið fáast við plantur og trøð fegnast um nógvar góðar løtur uttanfyri, ímeðan onnur kunnu njóta ein góðan gongutúr í náttúruni. Perlan hjá okkum, “Grøvin” er eina vitjan verd hesa tíðina, har hoyrast nú smáfuglarnir mælskir, ímeðan gróðurin er ein frægd fyri eygað.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Víkingur - Lincoln Red Imps
Myndarøð: KÍ á veg til Finlands
Nú skal tað verða - Klaksvíkin skal rudd…
Stakkavík 6000 pund
Søgan um Merle Haggard (6:9)
Poula fer at stýra ítrótti­num á Betri Oy…
KÍ hópurin komin til Vaasa
Einki tap í Champions League dystum í Kl…
Á Kappanum við Jóannesi Paturssyni
Jónleif: Næmingar dáma væl fleiri lærara…
Erik: Sølan til Summar­festivalin er góð
Champions League í Klaksvík týskvøldið
Magnus Powell: Hetta verður spennandi
Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað…
Ferðslu­kunning í samband við Champions L…
Dronufilmar av Gadus við Bjarnoynna
Gott summar!
Julie Vanggard Christensen til Stjørnuna
Norðlýsið er komið
KFUM &K: Vinnaratøl­ini av lutaseðlasølun…