Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gamli Føroya Banki í Leirvík. Bankarnir hava seinnu árini lagt heilt nógvar deildir niður, serliga á bygd, og í dag er tað eisini torført fyri fólk á bygd at fáa lán frá teimum

Peningastovnar, takið ábyrgd!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.03.2021 - 10:43 Leiðarin Tíðindi

Ein áhugaverdur fyrispurningur varð herfyri settur av varatingmanninum og fyrrverandi løgtingsformanninum, Páll á Reynatúgvu. Fyrispurningurin snúði seg um, at føroysku peningastovnarnir nokta at læna pening út til húsakeyp á bygd í Føroyum. Søgur ganga um, at fólk, sum fáa noktað hesi lutfalsliga lítlu lánini, kunnu fáa játtað størri og dýrari lán í Tórshavn. Tá ruggar ikki rætt.

Føroya land hevur leingi sýnt peningastovunum vælvild. Hóast tænastan versnar, við tað at deildir verða niðurlagdar, avgjøldini hækka, negativ renta verður áløgd, gjald fyri at hava kontur, gjald fyri at taka reiðan pening út og so framvegis, so eru føroyingar trúgvir móti peningastovnunum. Møguliga tí at teir ikki halda seg hava aðrar møguleikar, men eisini tí at teir halda peningastovnarnar útinna eina týðandi uppgávu fyri samfelagið við at veita fígging og likviditet til alskyns verkætlanir. Men nú er komið at mørkum, tí nú er tann parturin eisini minkaður, við tað at so mong fáa noktandi svar uppá lánsumsóknir til sethús á bygd.

Fólk standa spyrjandi. Um 2 fastløntar miðalinntøkur ikki eru nøktandi trygd hjá bankunum fyri at veita lán, hvat skal so til? Um ein, sum býr til leigu fyri 9.000 um mánaðin, ikki verður roknaður at kunna gjalda 8.000 í rentum og avdrøgum um mánaðin, hvat skal so til? Krøvini hjá peningastovunum tykjast gerast alt meira ógvuslig og órímilig.

Tað er lógarásett, at fólk skulu hava minst eina kontu í einum av peningastovunum fyri at kunna fáa løn útgoldna. Samstundis við útgjaldinum verða skattir og avgjøld álíknað. Hervið hevur Løgtingið lógartryggjað peningastovnunum eitt risastórt kundagrundarlag. Harumframt hevur Landskassin, eins og danski Statskassin, eisini borgað, tá peningastovnar eru farnir av knóranum. Landið, tað vil siga allir føroyingar, hjálpa peningastovnunum, tá á stendur. Peningastovnarnir eiga at hjálpa, tá føroyingar eru hart sperdir í bústaðarneyð.

Væl vita vit øll, at ongin peningastovnur er nøkur vælgerandi institutión. Teir eru fyritøkur, sum skulu bera seg, og svara seg fíggjarliga yvirfyri partaeigarunum. Men tað er sera torført at síggja, at tað ikki skal vera nøkur góð forrætning fyri peningastovnarnar, samstundis sum tað er at taka samfelagsábyrgd, tá ein lánifíggjar sethúsabygging og -keyp á bygd. Bankarnir fáa tey lánini aftur við rentum. Gamaní minni enn fæst burturúr einum dýrum húsum í Havn, men vinningurin er framvegis har.

Føroyar hava í løtuni eina nærum ómenniskjaliga bústaðarneyð. Og við næstan bert at fíggja dýr hús í miðstaðarøkinum eru peningastovnarnir vorðnir til part av trupulleikanum og ikki av loysnini. Tí tað eru langt frá allir føroyingar, ið hava ráð til at keypa hús í Tórshavn við verandi sethúsaprísum. Fáa teir so heldur ikki fígging til hús á bygd, so noyðast teir út á tann sera óskipaða, óstøðuga og ótrygga leigumarknaðin.

Her eiga peningastovnarnir at átaka sær samfelagsábyrgd og gera sítt til, at eisini tey, ið vilja búleikast á bygd, fáa møguleika til tess. Sjálvandi eftir at hava tryggjað sær, at viðkomandi lántakari mest sannlíkt fær goldið lánið aftur við rentum. Tá eru vit øll vinnarar, bæði Føroyar sum samfelag, peningastovnarnir sjálvir, ið bæði fáa pengarnar aftur og við rentum, og fyrst og fremst Føroya fólk.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ægir nýtt met í 4x100 metur frí fyri mix…
KOKS gevst eftir summarið í Grønlandi og…
Gongur væl at umvæla svimjihylin
Lea O. Højsted nýtt føroyskt met
Løgtings­skrivstovan vitjaði Varpið
Frá Útskiftingar­nevnd­ini í Haraldssundi
Nýggjar bátabrúgvar á Borðoyarvík
U15 landsliðið til kapping í Farum
Konsert við Schubert
Kórfagnaður í Mentanarhúsinum
VIDEO: Eg leggi meg eftir at tala beinle…
VIDEO: Talurnar kunnu vera til signing e…
Ein virkin vika farin aftur um bak
Flogbóltslands­dystir um vikuskifti
Upprunin hjá Straight Ahead er ein saman…
Ársins flogbóltsleikarar valdir
Kórið í Christians­kirkjuni til Bornholm
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Fólk við trygdarábyrgd mugu skilja hvørt…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda Sund ti…
Lýsing