Lýsing
Lýsing
Lýsing
Veðurvánirnar er næstan tær somu sum í metingini í gjár. 1-2 m/s eru tiknir av miðalvindinum, tá ið hann er mestur seint um kvøldið páskadag og um náttina annan páskadag. | Mynd: Marina Reservation

Veðrið um páskirnar

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  02.04.2021 - 10:22 Tíðindi Veðrið

Nýggjastu metingar av veðrinum á páskum siga frá eitt sindur minni vindi, enn áður er væntað. Miðalvindurin, tá ið hann er mestur, fer at liggja um 18 til 23 m/s. Tað er stormur og ikki meiri enn tað.

Í dag er langi fríggjadagur, og tað er bert eitt lítið lot av útnyrðingi, undir 5 m/s. Ættin fer ættin niðuraftur ímóti vestri um eina løtu, og út á seinnapartin fer vindur at veksa eitt sindur, upp í 5 til 10 m/s. Tað er klárt við sólskini ella sólglottum í kring alt landið í dag, og hitin liggur um 5 til 7 stig. 

Í morgin - páskaaftan - fer hann at liggja av vestri fyrrapartin; av lágum vestri seinnapartin og annaðkvøld. Vindferðin fer at veksa úr 8 til 12 m/s í nátt upp í 10 til 15 m/s út á fyrrapartin. Turt og klárt í morgin - líka sum í dag - og hitin fer at liggja um 7 til 8 stig. 

Eftir midnátt í annaðkvøld fer vindurin at veksa upp í 15 til 20 m/s. Fram ímóti morgni fer at regna. Tað regnar í 2-3 tímar ella so, so slítur í, og ættin støkkur upp í norðan ella vesturhallan norðan. Fyrstu løtuna eftir hetta er minni vindur, men á middegi eru aftur 15 til 20 m/s og kavaælingar. Hetta er skrið. Um kvøldið veksur vindurin eitt lítið vet, upp í 18 til 23 m/s. Hitin páskadag fer at fella úr 5-6 stigum fyrrapartin niður í frostmarkið út á seinnapartin.  

Annan páskadag fer ættin at liggja um útnyrðing-norðan allan dagin. Vindferðin verður jøvn mestsum allan dagin, um 18 til 23 m/s. Saman við hesum kunnu vit vænta okkum kavaæl allan dagin, og hitin fer at liggja um frostmarkið ella 1-2 stig undir frostmarkinum.

E.S. Samanborið við forsagnirnar, ið varð skrivað í gjár, so er enn eitt sindur tikið av vindinum - t.e. miðalvindurin fyri landið fer ikki upp um 23 m/s. Mesti vindurin er enn væntaður seint um kvøldið páskadag og eftir allan náttina annan páskadag.

Enn eru 2 dagar til páskar, so enn kann tað broytast eitt sindur - báðar vegir.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…