Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hann støkkur upp í útnyrðing-norðan í morgin ári, og har fer hann at liggja báðar páskadagarnar. Hitin fer at liggja um frostmarkið og eitt ella tvey stig niðurum. Kavaæl báðar dagarnar. | Mynd: World Atlas

Veðrið í vikuskiftinum

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.04.2021 - 11:10 Tíðindi Veðrið

Nú er páskaaftan, og veðurforsagnirnar fyri páskirnar eru meira álítandi. Síðan seinasta mánadag, tá ið veðrið á páskum fyrst varð kannað, eru forsagnirnar ikki broyttar serliga nógv. Bert okkurt smávegis um vindferð, og um nær páskadag ættin fer at støkka upp í útnyrðing.

Í morgun er forsøgnin hendan fyri vikuskiftið hendan:

Á middegi í dag - páskaaftan - fer ættin úr vestri niður í útsynning-vestan. Vindferðin til eina ferð seint í kvøld fer at vera 8 til 13 m/s. Turt allan dag, og loftið eitt bland av øllum frá sól ella sólglottum til skýggjað. Hitin í dag liggur um 6-8 stig.

Seint í kvøld veksur vindurin eitt sindur, upp í 13 til 18 m/s. Tað fer at regna í nátt, og um 7-tíðina í morgin ári slítur í, og ættin støkkur upp í útnyrðing-norðan. Tá fer hitin at fella úr 6-8 stigum niður í frostmarkið ella longur niður. 

Tá ið ættin er farin upp í útnyrðing-norðan tíðliga á morgni, fer vindurin at minka niður í 10 til 15 m/s í eina løtu - til fram ímóti middegi. Seinnapartin er meiri vindur, um 15 til 20 m/s, og um kvøldið 18 til 23 m/s. 

Eftir at ættin er stokkin upp í útnyrðing-norðan, og tað er slitið í, fara kavaælingar at koma. Í fyrstanini á morgni fer at vera langt ímillum teir, men sum líður út á fyrrapartin og fram ímóti middegi gerast teir tættari, og soleiðis fer páskadagur í ár at vera. 

Annan páskadag fer ættin at liggja um útnyrðing-norðan, og vindferðin um 18 til 23 m/s. Kavaælingar allan dagin, og hitin fer at liggja um frostmarkið. 

Gleðiligar páskir verður ynskt øllum lesarum av veðurredaksjónini hjá Norðlýsinum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Salamiferðin hjá Trump - nú Europa er bl…
Portørar­nir frá KS vitja 4. flokk
Fiasko úr enda í annan
Fiasko úr enda í annan
Viðareiðis­tunnilin letur upp aftur í dag…
Ljós í myrkri
Jóla luksus loppir í Badminton­høllini
Starvs­venjing á Veðurstovuni
Nývaldu kirkju­ráð­ini virkin
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI
Nú er jólatíð
Mimmy: - Lítla Brekka var eitt paradís