Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað kølnaði brádliga páskamorgun í ár. | Mynd: Undirritaði (savnsmynd)

Hitafallið páskamorgun

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  07.04.2021 - 09:00 Tíðindi Veðrið

Seinasta sunnumorgun fall hitin í Føroyum rættiliga nógv.

Vit høvdu havt eitt luftrák til Føroya av leiðini sunnan fyri Hvarvið, men páskamorgun fór luftpumpan - t.e. lágtrýstið í Norskahavi - eitt sindur frá okkum norðureftir, og tað fór at draga luft av Norðpólinum ímóti okkum ístaðin.

Sunnan fyri Hvarvið var hitin í luftini um 6-7 stig, meðan hitin í luftini í Norðurgrønlandi var -23 stig. 

Her í Føroyum merktu vit ógvuliga væl til hetta luftskiftið, og allar veðurstøðir Landsverks máldu stóra mun í hitanum í luftini hesa løtuna.

Her verður hugt at tølunum við veðurstøðina við Dalavegin til Viðareiðis, sum er norðasta mátistøðin hjá Landsverki - sí myndina niðanfyri.

Klokkan 07.25 vóru máld 7,6 stig; klokkan 19.35 vóru máld -6,9 stig.

Hetta er eitt fall í hita à 14,5 stig í 12 tímar og 10 minuttir, ella 1,2 stig um tíman í miðal í eitt hálvt samdøgur.

Fallið í hitanum var tó ikki javnt. Tíðarskeiðið frá 07.25 til 08.55 fall hitin úr 7,6 stigum niður í 0,8 stig. Hetta eru 6,8 stig í 1½ tíma (4,5 stig/tíma).

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…