Lýsing
Lýsing
Lýsing

Borgarstjórin heiðrað Mjølnir

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  08.04.2021 - 18:46 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Í samband við at besta mansliðið hjá Mjølnir seinasta leygardag vann meistaraheitið í flogbólti, var móttøka fyri leikarum og viðhaldsfólkum hjá Mjølnir í býráðshúsinum fyrr í dag.

Vegna Klaksvíkar býráð ynskti borgarstjórin Mjølnir til lukku við meistaraheitinum, og handaði mansliðnum ein kekk fyri megnar avrik.

Dávur Winther, mentanarleiðari, bjóðaði vælkomin og bjóðað var kaffi og køka. Síðani helt Karl Johansen, borgarstjóri, røðu, har hann m.a. rósti leikarunum fyri einastandandi gott áræði og góðan stríðsvilja. Eisini rósti hann nevndini og stuðulsfólkunum í Mjølnir, sum í fleiri ár hava lagt nógva orku í felagið. 

Eisini Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini bar fram røðu og ynksti teimum til lukku. 

Røðan, sum borgarstjórin bar fram, kann lesast her:

Góðu leikarar, liðleiðarar, viðhaldsfólk, stuðlar og nevnd.

11 meistaraheitið hjá Mjølnir monnum er komið í hús! Tað er heilt fantastiskt. 

Hjartaliga til lukku við hesum megnar avriki.

 

Góðu leikarar!

Hesi seinastu árini hava tit víst heilt einastandandi gott áræði og góðan stríðsvilja. Tit hava fyrr prógvað, at tit veruliga eru eitt meistaralið. Og leygardagin gjørdu tit tað aftur.

Í einum avgerandi gullsetti settu tit eitt perfekt punktum fyri hetta kappingarárið.

Og eg má siga, at dysturin leygardagin fekk okkum øll upp úr stólinum. Sera nógv stóð á hjá viðhaldsfólkunum. Tað vóru fleiri støður, har eg hevði hug at hyggja burtur, tí spenningurin var so høgur.


Góðu leikarar!

Tit eru fyrimyndir í felagnum!

Umframt tað, so eru tit eisini ímyndin av, at gott samanhald og hart arbeiði gevur úrslit.

Men tað hendir avgjørt ikki eftir einum degi.

Nevndin og stuðulsfólk í Mjølnir hava í fleiri ár lagt nógva orku í felagið, og tað er heilt sikkurt ein orsøk til, at samanhaldið í felagnum er so gott.

Felagið hevur trúð uppá sínar ungu leikarar, og hevur eisini kent týdningin av, at eitt gott meistaralið vísir vegin fyri einum komandi ættarliði. Hetta sæst týðiliga aftur í ungdómsarbeiðinum hjá Mjølnir, har fleiri ungdómslið hava fingið góð úrslit í ár. 

Tað er onki at ivast í, at tykkara vinnarahugburður eisini hevur smittað ungu leikararnar. Men ikki bara ungar leikarar í Mjølnir, tí tá eitt ítróttarfelag í Klaksvíkar kommunu vinnur, so gerast vit øll viðhaldsfólk.

Fyri mítt viðkomandi kann eg siga, at eg blívi ótrúliga spentur, tá ítróttarfeløg í Klaksvík klára seg væl. Og tað er líka mikið, um tað er talv, hondbólt ella svimjing.

Eg haldi eisini eg kann siga, at tað eru fleiri við mær, sum deila hesa hugsan, og tað er ómetaliga stuttligt.

Tit eiga tí rós og tøkk fyri tykkara ídni, sum er viðvirkandi til samanhald í býnum, tí tað hevur stóran týdning fyri okkara lokalsamfelag.

Vegna Klaksvíkar býráð vil eg enn einaferð ynskja tykkum hjartaliga til lukku við FM heitinum og takka fyri tær mongu góðu og spennandi løturnar, sum tit hava givið okkum áskoðarum.

Vit eru øll sera errin av tykkum, og sjálvandi fegin um, at eitt ítróttarfelag í Klaksvík enn einaferð hevur sett seg á tindin. 

Takk fyri!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jan vitjar Norðlýsið
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Kunningarfundur um kirkju­ráð­sarbeiði
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…
Set sjúklingin í miðdepilin
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…