Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Setið nú ferð á koppsetingarnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.04.2021 - 10:00 Leiðarin Tíðindi

Summarið er í hondum, og í hesum døgum fara vit um summarmála. Frammanfyri stendur eitt summar, sum vónandi verður so “normalt” sum gjørligt, ið vil siga, at vit føroyingar aftur sleppa at ferðast, á festival, á stevnur, sjómannadag og ólavssøku aftur. Fortreytin fyri at kunna alt hetta er, at nóg mong eru koppsett til at tað er forsvarligt at lata upp aftur.

Jú, nakað er latið upp, og síðani 1. apríl eru fólk sloppin at ferðast uttan at skula í sóttarhald við heimkomu til Føroya. Hetta er eitt stig á leiðini, men vit mugu minnast til, at koppsett fólk framvegis kunnu bera smittuna við sær til ikki-koppsett. Nógv tað besta er tí, at koppsett einans koma í samband við onnur koppsett, ið ikki verða smittað. Men enn eru vit komin ov stutt til tað, og tí er í veruleikanum ein ávísur vandi í at hava latið upp fyri koppsettum longu.

Sambært tølunum á corona.fo eru einans 4.129 fólk fult koppsett, svarandi til 7,8% av fólkatalinum. Hetta er talið eftir tríggjar mánaðir! Skal tað framhaldandi ganga við somu ferð, har vit einans fáa koppsett 2,6% av íbúgvunum um mánaðin, so fer tað at umleið trý ár at koppseta øll yvir 16 ár, og tá hava fyrstu koppsetingarnar uttan iva mist sín virknað, og neyðugt er við endurkoppseting.

Er Danmark fløskuhálsurin, so eiga møguleikar at verða kannaðir fyri at fáa koppsetingarevni aðrastaðni frá eisini. Tí skulu vit fáa øll koppsett áðrenn ólavssøku, sum Landslæknin hevur lagt upp til, so skal tað ganga átta til tíggju ferðir skjótari, enn tað hevur gjørt higartil, alt eftir hvussu man roknar og hvørji man telur við. Møguliga nakað skjótari, tá fólk undir 16 og tey einstøku, ið ikki vilja ella t.d. vegna ovurviðkvæmi ikki kunnu koppsetast, verða tald frá.

Í øllum førum liggur ein stór ábyrgd á landslæknaembætinum og apoteksverkinum um at gera alt fyri at fleirfalda talið av skamtum, ið koma til Føroya. Sjálvandi skal onki skundast ígjøgnum í óðum verkum, tá vit hava við heilsuna hjá fólki at gera, men tað ber heldur ikki til at siga, at nakað er skundað ígjøgnum í hesum máli. Tvørturímóti hava fólk útvíst stórt tol og hava bíðað leingi – og vit bíða enn. Veruleikin er bara, at nú er nóg drúgv tíð fráliðin.

Sum stjórin á Visit Faroe Islands eisini segði, so er tað í hesum tíðum, at fólk gera tær flestu bíleggingarnar av ferðum. Men tað er sera ringt at bíleggja eina ferð av landinum, ella til Føroya, tá ein ikki veit, nær ella um ein er koppsettur til í summar. Fólk mugu hava at vita, áðrenn tey bíleggja summarfrítíðina, um tað verður neyðugt fyri tey at fara í 6-daga heimauppihald ella ikki. Ikki øll hava møguleika fyri at taka seks dagar úr kalendaranum omaná ferðatíðarskeiðið.

Í Danmark hava borgararnir fingið ein kalendara, ið vísir, nær tey (teirra aldursbólkur) stendur fyri tørni. Ein tílíkan áttu føroyingar sjálvsagt eisini at havt. So var vissa, um ikki annað. Men fyrst og fremst eiga munandi fleiri skamtar at verða fingnir til vega, soleiðis at til ber at røkka málinum um at hava bast coronasmittuni um ólavssøkuleitið, helst fyrr.

Føroyingar hava útvíst eitt Job’s tol undir coronafarsóttini. Afturfyri ynskja teir sær onki uttan tvey prik. Ta takkarlønina eiga teir at fáa sum skjótast!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…
Jonna 1:17.21 og bronsu á DM í 5 km Open…
Sjálvt grindina lata vit fara
Brandur hevði 6.000 pund
Føroyar fingu hvøkk, men vunnu 3-1 á Geo…
Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla…
U21-sensatión: Føroyar triðbest í heimin…
Búgv í hugnaligu tjaldbygdini
KÍ - FC Suðuroy 4-0
Fíggingin komin í hús
Maður fyri borð: Væntað at maðurin er de…
Leitingin heldur fram
Árni var skarpari enn hinir
Deep Energy á Skálafjørðinum
Bronsudystur á Skúlatrøð!