Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í vikuni, sum kemur, fer at vera lítil vindur og turt næstan alla tíðina. | Mynd: rte.ie (írska veðurstovan)

Veðrið í vikuni, sum kemur

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  11.04.2021 - 21:27 Tíðindi Veðrið

Í stuttum gott veður fyrstu dagarnar, lítið vindur og fyri tað mesta turt, men hóskvøldið og til og við vikuskiftið eitt sindur meiri vindur, men framvegis turt.

Orsøkin er eitt hátrýst, sum fer at leggja seg yvir okkara leiðir næstu vikuna. Miðjan á hátrýstinum fer at liggja yvir bretsku oyggjunum og Norðsjónum og fer at senda lýggja og turra luft ímóti Føroyum. Tí fer lýggj luft at koma hendan vegin úr suðurættum frá týsdegnum at rokna.

Veðrið í vikuni, sum kemur, dag fyri dag:

Mánadagin: Landnyrðingur og norðan, minni enn 5 m/s. Ein løta við regni um morgunin, men annars turt. Skýggjað og sólglottar.

Hitin mánadagin fer at liggja um 2-3 stig.

Týsdagin: Um náttina vestan, men tíðliga um morgunin sunnan, undir 5 m/s. Turt allan dagin, men tó okkurt ælið við regni um kvøldið. Um kvøldið fer ættin í útsynning.

Hitin týsdagin fer at veksa úr 3 upp í 7 stig.

Mikudagin: Útsynningur-vestan, sum út á dagin gongur niður ímóti suðuri. Vindferðin fer ikki upp um 5 m/s. Turt allan dagin, skýggjað og sólglottar.

Hitin mikudagin fer at liggja um 6-7 stig.

Hósdagin: Suðurætt allan dagin, Vindurin fer at veksa úr 5 m/s um náttina upp í 10 til 15 m/s seint seinnapartin. Um kvøldið minkar aftur. Turt allan dagin. Skýggjað og sólglottar.

Hitin hósdagin fer at liggja um 6-7 stig.

Fríggjadagin: Sunnan ella útsynningur-sunnan, 10 til 15 m/s. Turt og skýggjað – sólglottar í støðum.

Hitin fríggjadagin fer at liggja um 7-8 stig.

Leygardagin: 10 til 15 m/s av suðuri allan dagin. Turt og skýggjað við sólglottum.

Hitin leygardagin fer at liggja um 7-8 stig.

Sunnudagin: Júst sum við leygardegnum, so eru 10 til 15 m/s av suðuri allan dagin. Turt og skýggjað við sólglottum.  

Hitin sunnudagin fer at liggja um 7-8 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Uppsparing í virðisbrøv skal lønast – vi…
Betri karmar til nýskapandi vinnur – sta…
Øll skulu hava eitt heim
Onga altan til ungdómsíbúð!
Klárt til konsert í Varpinum
Menning sæst eisini í Norð­oyggjum
Formenni­nir vænta ein tættan og spennand…
Herluf's Kafé fingið sína fyrstu nevnd
Javnaðar­flokku­rin vil ikki minka blokkin…
"Hatta er stavurin hjá Andriasi í Stovug…
Hyrox er nýggja fitnessrákið
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Upptakt: KÍ-NSÍ
G19: Mjølnir er føroyameistari
Tíðartekn­ini - Páll Poulsen í Betesda su…
Sjálvstýri styrkir leiðsluna
FM verður avgjørt í morgin!
Vit mugu víðari!
KÍ vann greiðan sigur í stórsteypadystin…
Ger tað møguligt hjá ungum at keypa sítt…
Lýsing