Lýsing
Lýsing
Lýsing
Stóri spurningurin er nú hvat løgmaður ger

Ókoppaður landsstýrismaður kann koppa samgonguni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.05.2021 - 11:59 Leiðarin Politikkur

Tað er onki at ivast í, at ikki bara samgongan, men eisini Heilsuverkið, sum Kaj Leo Johannesen varar av, eins og løgmaður, nú hevur fingið ein stóran trupulleika av Jenisi av Rana. Her er tað ein landsstýrismaður, sum andøvir ímóti tí heilsupolitikkinum, sum ein annar landsstýrismaður hevur sett í verk, og sum er vælsignaður av løgmanni.

Sjálv koppsetingin er sjálvandi sjálvboðin, so landsstýrismaðurin hevur rætt til at takka nei. Trupulleikin liggur ikki har. Trupulleikin er, at landsstýrismaðurin meldar tað alment út nú, meðan støðan framvegis er kritisk, og koppsetingartilgongdin ikki er komin í helvt enn. Tað ger sjálvandi sera mong fólk ótrygg, bæði tey í Koppsetingartoyminum, men ikki minst tey, sum longu eru koppsett, umframt at tað kann fáa onnur fólk, ið ætlaðu at lata seg koppseta, um at halda seg aftur.

At koma við hesum beint nú, mitt undir koppsetingartilgongdini, ger, at tað ikki er løgið, at Kaj Leo Johannesen, Tummas í Garði, løgmaður og aðrir føla, at Jenis av Rana saboterar teirra arbeiði.

Andstøðan var kvik at seta løgmanni fyrispurning, har lagt varð upp til, at Jenis av Rana skuldi sigast úr starvi. Svarar løgmaður nei, so er tað ikki ósannlíkt, at næsta stigið hjá andstøðuni verður eitt misálitisuppskot. Og tá koma serliga sambandstingfólkini í eitt álvarsamt dilemma – skulu tey stuðla sínum egna landsstýrismanni, Kaj Leo Johannesen, í koppsetingartilgongdini? Ella skulu tey atkvøða ímóti fyri at bjarga samgonguni?

Koyrir løgmaður Jenis av Rana frá, ella um samgongan er við til at samtykkja eitt misálit á hann, so er neyvan nakað at ivast í, at samgongan er fokin. Og tað er sera ringt at síggja, hvussu løgmaður kann lappa eina nýggja samgongu saman. Hann kann bjóða Framsókn uppí eina borgarliga samgongu, men har hava vit sæð, at varalimurin hjá Framsókn hevur somu støðu sum Jenis av Rana, so har er líka vítt sum sítt. Tí kemur Framsókn í samgonguna, so krevja tey uttan iva ein landsstýrissess, og tá kemur varalimurin jú á ting. Ein møguleiki er tó at bjóða Sjálvstýri uppí eisini, so samgongan fær 18. Tá hevur hon ráð til, at ein einstakur tinglimur spælir fríspæl.

Men tað er sera ivasamt, um løgmaður letur tað koma vítt. Hann fer heilt víst fyrst at royna at tosa Jenis av Rana til rættis, og kanska biðja hann tillaga sína útsøgn, men spurningurin er, hvussu nógv tað hjálpir.

Ein annar møguleiki er at tinga seg fram til, at Miðflokkurin setir ein annan landsstýrismann fyri Jenis av Rana, í øllum førum fram til at magiska talið 70% ella 80% er rokkið. So fer Jenis av Rana í løgtingið í nakrar mánaðir, og tað kundi verið ein loysn, sum Miðflokkurin er sinnaður at liva við. Uppnáa vit so floksimmunitet, so er tað ikki longur tann stóri trupulleikin, at onkur ikki vil koppsetast. Tað er júst nú og teir komandi 2 mánaðirnar, at tað er kritiskt.

Tað er í øllum førum ringt at síggja, hvussu Landsstýrið kann halda fram óbroytt eftir hesa útmeldingina. Tað vil siga, at landsstýrismaðurin í heilsumálum (við løgmanni á síni síðu) og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum draga hvør sína línu. Tað ber illa til at liva við. Men hetta eru Føroyar, og tað er langt frá altíð, at nakað fær avleiðingar her, sum hevði fingið tað aðrastaðni …

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í Sjarpholi­num 1926
Her kann Gais-KÍ stroymast
Stuðuls­avtalan við Varðan heldur fram
Ikki rætta løtan at tosa um loysing
Skótarnir í Føroyum fylla 100 ár
Snarboð á Vanganum: Fá boð á telefon­ina,…
Elsebeth spyr um dupultfunktió­nir á Land…
Starvsdagar í Borg
Er ikki løgreglu­maður umborð
Te-stovan Marin Malena er ein tíðarlummi…
Ongin skal hjá ungum alva
Café Gloria við besta Torramati í Skálan…
Framvegis framúr fiski­skapur
Vónbjørt Vang á Klaksvíkar bókasavni
Upprunaligi náttaravnu­rin við orðafeingi…
Eirikur Jákupsson nýggjur stjóri á KG
Mjølnir - Ternan í kvøld
Muslimskur depil og útlendinga­lógin
Nú verður aftur "kirkjudagur" í Norðoygg…
Freistin at søkja um stuðul til útoyggja…