Lýsing
Lýsing
Lýsing
Liðið, sum tapti 0-11 móti HB í Gundadali 1935. Vinstrumegin frá: Edvard Ziska, Poul Joensen, Urbanus Mørkøre, Hanus Simonsen, Franklin Ziska, Símun Andreasen, Magnus Husgaard, Jógvan Martin Joensen, Andreas Hansen, Petur Hans Samson og John Reid Bjartalíð.

Góða norðoyastevnu

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  06.06.2021 - 12:54 Ítrottur Lesarabrøv Mentan

“Hann, ið ikki fellur í fátt, tá ið hann tapir, men styrkir og trenar seg andaliga og kropsliga til næsta tak, hann fer einaferð at vinna.”

Norðoyastevnan avlýst í fagrasta norðoyastevnu veðrið. Eftir at ítróttarfólk okkara í mánar hava fyrireika stevnuna var tað av sonnum stórt skuffilsi fyri mong at stevnan var avlýst. Fleiri hava givið ilt av sær og tað er væl skiljandi.

Men ítróttarfólk vita tó at tað gerst ikki annað enn at hyggja frameftir hóast tað kennist sum um norðoyastevnan var stolin frá okkum. Kenslan sum mong óivað sita eftir við er ørkimlandi og kennist sum eitt stórtap uttan dyst. Onkur vil verða við at hetta var ein beistagerð sum myndugleikarnir í Havn hava framt móti Klaksvík og Norðoyastevnuni, tí í seinast varð Norðoyastevnan somuleiðis avlýst meðan Ólavsøkan bleiv hildin sum vanligt. Tað svíður at somu myndugleikar sum avlýstU Norðoyastevnuna nú aftur rógva fram undir at Ólavsøkan verður hildin sum vanligt.

Ítróttar fólk vita tó at slíkt sum ein sjálvur ikki kann ávirkað eigur ein ikki at dvølja við. Einastu ráðini eru at bíta saman tenn, goyma hetta í minninum og syrgja fyri at verða enn meira klárur til næsta dyst.

 

Brot úr søguni.

Vit hava fingið mangan brotasjógvin áður hóast ólíkir.

Støðan og lagið var eisini ringt tá Havnamenn bukaðu klaksvíkingar í dysti í Gundadali í 1935. Talan var um stórsta ósigurin í móti HB í søgu Klaksvíkar Ítróttarfelags tá KÍ tapti heili 11-0.

 Í bókini “Bóltspøl millum Kjøl og Klakk 1904 – 1954” sum Árni Dahl hevur skrivað stendur soleiðis at lesa um hesa lagnutungu løtuna hjá ítróttarfólki okkara:

“... Á heimavølli tapti KÍ 0-3 móti HB og 1-3 móti TB, men 18. august fekk felagið ein tann størsta ósigur í søgu síni yvirhøvur, 0-11 í Gundadali móti HB. Søgubókin sigur: 

(Red: John Reid Bjartalíð hevði sín heilt serstaka stíl at skriva um dystir í søgubók KÍ’s. Lesarin merkti longu hvussu leikur gekk við at lesa inngangin til dystin.)

... at liðið var heilt veikt mannað, veðurlíkindini vánalig, tað hevði rullað av tí versta suður; vøllurin var í so ringum standi, sum tað á nakran hátt letur seg gera, og úrslitið prógvar tað til fulnar, at lítið vóru teir ungu, smáu KÍ-ararnir mentir á tí tunga, stóra vøllinum hjá havnarmonnum....

Tað mundi vera undan dystinum at Absalon Joensen, sjálvur klaksvíkingur, avmyndaði liðið. Og tá ið hann hevði framkallað myndina , skrivaði hann á hana: 

“Hann, ið ikki fellur í fátt, tá ið hann tapir, men styrkir og trenar seg andaliga og kropsliga til næsta tak, hann fer einaferð at vinna.”

SITAT SLUT

 

Franklin Ziska greiddi einaferð frá at áðrenn stórtapi í Gundadali var tað onkur sum hevði frætt at man kundi fáa treystleika við at eta eitt rátt høsnaregg beint undan dystinum.

Teir so gjørdu hóast eggi neyvan hevur smakkað væl og Franklin greiddi frá at hvør maður klýggjaði eggi niðurum –

Tá menn sótu í ringum skørðum og syrgdu stórtapið eftir dystin – skuldi Franklin hava sagt at tað var nú gott at teir ikki svølgdu meira enn tað eina eggið!

  

Góða Norðoyastevnu

 

Við ítróttarkvøðu

John William Joensen

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona