Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eitt gott síl úr Kirkjuvatni

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  06.06.2021 - 18:52 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Á sílaveiðutúrinum hjá  okkum Ásmundi, mær og Hans Hjalta, var Kirkjuvatn við Famjin eitt av vøtnunum, sum vit gjarna vildu royna. Vit hava fyrr verið í Suðuroynni uttan at hava roynt hetta vatnið.

Kirkjuvatn liggur nakað omanfyri Famjin, tað er ein bakki at fara upp um, um tú skalt ganga frá bygdini og niðan. Fyri at lætta um gongdina hjá okkum, so valdu vit at fara av vegnum nakað áðenn vit komu til bygdina.

Gongutúrurin tók um hálvan tíma..

Vit valdu at bíta okkum sundur, eg fór vestanfyri um vatnið ímeðan Hans Hjalti og Ásmundur valdu at fara fram við eystaru megin.

Hjá mær gekk ikki væl. Eg haldi at eg var tráðroyndur og kastaði allan vegin runt líka til eg kom niðan til Erjafoss áina tá hon kemur út í vatnið. Tá fekk eg eitt lítið síl á, sum eg tó misti.

Ovfarin gjørdist eg tó tá Ásmundur kom har og vísti mær sílið hann hevi fingið har.

Eg má siga, at hetta sílið er tað næst størsta eg havi sæð, tað máldi 50 sentimetrar og harafturat var tað so væl í holdum, sum eg ongantíð áður havi sæð nakað annað síl verið. Vit mettu tað at viga ikki undir fýra pund.

Hetta var faktiskt einasti fongurin vit fingu. Men løtan og kvøldið var ein sera hugnalig og gevandi náttúruuppliving.

Størsta sílið sum eg havi sæð er hinvegin tað eg sjálvur fiskaði í Smørrókavatnið fyri mongum árum síðani, tað var størsta sílið sum er fiska í nýggjari tíð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum