Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nema hevur selt "Skálagarð"

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  10.06.2021 - 13:20 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Bygningurin, har Nema hevur hildið til á Kósini, er nú seldur til Christian í Grótinum.

Vit hava enn ikki avgjørt, hvat bygningurin skal brúkast til í framtíðini, men hetta er ein íløga hjá okkum, tað er rætt, sigur Jan Petersen, stjóri hjá Christiani í Grótinum í stuttari viðmerking.

Vit hittu Gudny Langgaard, stjóra á Nema á deildini í Klaksvík. Gudny Langgaard sigur, at Nema leingið hevur havt ætlanir um at menna deildina í Klaksvík og at flyta longur heim í býin.

Tað hevur ikki verið lætt at funnið nakað hóskandi hjá okkum at flyta inn í, sum er meira ásýniligt í handilslívinum í Klaksvík, men nú hava vit funnið eina nøktandi loysn.

Tað, at vit nú hava selt hendan bygningin er ikki ein niðurlaging av deildini í Klaksvík á nakran hátt. Tvørturímóti hava vit ætlanir um at menna bæði tekniska partin og ikki minst handilin hjá Nema í Klaksvík. Vit síggja stórar møguleikar í at menna okkara virksemi her á staðnum, sigur Gudny Langgaard at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…