Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ímeðan vit bíðaðu eftir Smyrli

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  13.06.2021 - 23:09 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Sunnudagurin, fyri viku síðani, var seinasti dagur okkara á hesum túrinum í Suðuroynni. Dagarnar frammanundan høvdu vit brúkt frá tí eyguni fóru sundur á morgni og til langt eftir miðnátt til at fiska síl og ikki minst, at hyggja okkum um í Suðuroynni.

Nú hetta er seinasti dagur okkara, gjørdu vit av at koyra til Sandvíkar, har vit ikki høvdu verið fyrr á túrinum.

At vera ferðamaður í Suðuroynni er eitt sindur annarleiðis enn at vera ferðamaður í Norðuroyggjum. Í Suðuri er lættari at koma fram at at síggja tey sera vøkru umhvørvini vestan til á oynni. Har kanst tú næstan koyra til fuglabergini og drangarnar.

Á ferðini til Sandvíkar, valdu vit fyrst at koyra eftir gamla, ætlaða, vegin til Hvalba, eystur til Rituskor og Ásmundarstakk.

Vit fingu at vita, at farið var undir hendan vegin áðrenn tað kom upp, at møguliga fór ein tunnil at koma til Hvalbiar, tí steðgaði hetta vegaarbeiðið upp. Men í dag røkkur vegurin allan vegin eystur á eggina har.

Vit sóu lítlu brúnna um Trøllagjógv yvir á Rituskor. Brúktu rúma tíð at njóta sera vakra útsýnið her. Eisini gingu vit oman og norður við eggini at síggja Ásmundarstakk.

Haldi ikki at vit sóu lunda uppi í torvuni á stakkinum, har var mest havhestur at síggja. Men longur niðri á rókunum var fitt av lomviga ella álku at síggja.

Jú, her var ótrúliga vakurt. Einki er at ivast í, at her kundu vit brúkt nógv meira tíð enn vit høvdu hendan sunnudagin, nú vit skuldu passa okkum upp til Smyril.

Siglast skuldi kl. 17.30 og vit valdu at vera har um ein tíma áðrenn. Út eftir Tvøroyrarfirði høvdu vit sjávandi nógv at práta um, nú ein sílatúrur upp á tríggjar dagar var komin at enda.

Um tú hevur hug at seta teg meira inn í virksemið hjá Naddoddi, so er meira at finna á facebooksíðuni “Bátafelagið Naddoddur”.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið tippar: Hetta fer valstríðið a…
Bakkafrost skapar nógv størv í útjaðaran…
Badmintonsambandið góð úrslit í Odense
Metgott úrslit hjá Trygd
Sandavágur eitt stig frá FM-sigrinum
Innsavning til kvinnur úr Nigeria
SÍ og Mjølnir kapprenna enn um fyrstaplá…
Greiður sigur til Stjørnuna
Føroyar mugu fáa eina nýggja støðu í hei…
Maria endaði innandura kappingarárið við…
Jákup Vilhelmsen spældi allan dystin
SF: Prísurin hækkar á midnátt í kvøld
Veðrið í vikuni
KÍ vann fyrsta steypið
Deyður springari á Borðoyarvík
229.470 krónur til børnini
1. mars - Altjóða dagur ímóti mismuni
KÍ vann Stórsteypadystin 1-0 á HB
Jákup Vilhelmsen byrjar inni hjá KÍ
Prima Facie í Miðhøllini
Lýsing