Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit meta um møguligu móstøðuliðini hjá KÍ í Conference League

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.06.2021 - 22:46 Ítrottur Tíðindi

Vit hava kannað teir fýra møguleikarnar og mett um, hvat besta lutakastið er fyri KÍ í morgin.

4. Sligo Rovers (Írland)

Írskur felagsfótbóltur er nakað frammanfyri føroyskan fótbólt. Tað sóu vit m.a. í fjør, tá Dundalk vann móti KÍ. Vit síggja eisini, at leikarar úr føroysku kappingini hava havt tað torført í Írlandi. Vit sóu í 2019 at eitt írskt lið, Shamrock Rovers, sendi norska Brann út úr Europa League. Í 2019 sendi Dundalk estlendska FCI Levadia út. Í 2020 vann írska Shamrock Rovers móti finaka Ilves, meðan Dundalk vann á Sheriff úr Moldova.

Harafturat er Sligo Rovers væl fyri í løtuni. Liðið liggur nr. 2, við eins nógvum stigum sum nr. 1. Heili 14 stig eru niður til Dundalk, sum liggur á 8. plássi.

 

3. RFS (Lettland)

Her er talan um oddaliðið í Lettlandi. Víkingur hevur áður vunnið samanlagt móti einum liði frá Lettlandi. Lið frá Lettlandi hava síðstu trý árini m.a. vunnið stórt samanlagt móti liði frá Albania, tapt uppá brotssparkskapping móti liði frá Bulgaria, vunnið samanlagt móti liði frá Hvítarusslandi, Póllandi og Moldova.

 

2. Paide Limnaeeskond (Estland)

Hesir eru 3. besta liðið í Estlandi. Í fjør vann B36 seg víðari móti einum liði frá Estlandi. Í 2019 vann eitt lið frá Estlandi samanlagt móti liðum frá Serbia, Norður Makedonia og Íslandi. Í 2020 vann eitt ið seg víðari móti liði frá Íslandi.

 

1. Larne FC (Norður Írland)

Í 2019 vann Linfield samanlagt móti liði frá Montenegro. Í 2020 vann Coleraine samanlagt móti Maribor frá Slovenia. Larne endaði á 4. plássi í landskappingini og hevur ikki royndir frá altjóða fótbólti síðstu árini. Hetta er helst besta lutakastið fyri KÍ á pappírinum saman við liðnum frá Estandi. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsert í Christians­kirkjuni í Klaksvík
Tjóðarsemja – og harpiks
Veðrið í vikuni
Gadus farin nýggjan túr
Pílagrímsguds­tænasta
Ein ítøkilig loysn á bústaðarneyð­ini: Lo…
Føroyar taptu 3-0 fyri Luksemborg
Laura Dekker lagt at í Leirvík
Ein hjartans tøkk
KÍ vann stórsigur eftir trupla byrjan
Summarkvøld við Toftavatn
Undirsjóvar­tunnil í Kalsoynna
Norðsøki á veg á Íslands­miðini
Patrik hevur verið flúgvandi
Klaksvík­ingur við sannfør­andi aftursvari
07Vestur - KÍ: Kunning um Parkering
Svein Rógvi tippar Sundalagsróðurin
Føroyar fingið landagóðkenning frá Brasi…
Upptakt: 07 Vestur-KÍ
Megna Klaksvík­ingur ella Norðingur at sv…