Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: KÍ-ÍF

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.06.2021 - 06:38 Ítrottur Tíðindi

ÍF-liðið er sera nógv skert til dagsins dyst.

Tá ÍF mánakvøldið spældi móti 07 Vestur, so fingu ikki færri enn fýra royndir leikarar leikbann til hendan dystin. Teir eru Bogi Reinert-Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard, Karl A. Løkin og Jens Joensen. Harafturat hevur ÍF onkrar skaðar, ið gera onkrar aðrar leikarar ivasamar. Tí kemur breiddin í ÍF-hópinum at standa sína roynd, og tað merkir, at leikarar sum Emil Joensen, Tóri Olsen, Pól Jákup Lundsbjerg, Jóhan Petersen og Ari Ó. Ellingsgaard kunnu væntast at byrja inni ella fáa ein størri leiklut enn vanligt. Síðani er spurningurin, um onkur royndur leikari verður ‘’grivin’’ framaftur at hjálpa til í hesi serstøðuni.

Hjá KÍ eru Ivar S. Rønning og Claes Kronberg tøkir aftur eftir skaða, meðan tað er meira ivasamt við leikarum sum Páll A. Klettskarð, Jonn Johannessen, Dávid Langgaard, Jesper Brinck, Jóannes Bjartalíð og Jasper Van Der Heyden, sum ikki hava vant við fullari ferð í vikun upp undir dystin. Kristian Joensen vardi málið hjá EB/Streymi í gjár og tað merkir helst, at hann ikki kann vera í hópinum til dagsins dyst.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 15.00. Dómari verður Bjarki Danielsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Skjótt at byggja
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið