Lýsing
Lýsing
Lýsing
Teir tríggir stovnararnir av Climashop. | Mynd: Climashop.fo.

Íverksetan í Klaksvík

SKRIVAÐ: Climashop.fo  |  13.07.2021 - 18:31 Tíðindaskriv Vinna

Klaksvíkin hevur altíð verið ein av fremstu undangongubýum í landinum, tá talan er um íverksetan og burðardygga vinnu yvirhøvur. Líka síðani Íverksetarahusið bleiv sett á stovn í 2007, hava fólk við góðum hugskotum havt møguleikan at komið á gátt og fingið hjálp til at førka seg frá tanka til gerð. Soleiðis er tað framvegis og fleiri fyritøkur eru sprotnar úr hesum.

Nú er enn ein fyritøka sprottin úr fríska og dygdargóða gróðrarlendinum, ið er norðanfjørs. Talan er um nýggju fyritøkuna Climashop, ið er sett á stovn av eigarunum John Daniel Guðjonsson, Mikkjal Olsen og Høgna Waag Høgnesen.

Teir báðir fyrstnevndu hava slitið sínar barnaskógvar í Klaksvík, ímeðan síðstnevndi hevur síðar røtur í Klaksvík og er oldurabbasonur íverksetaran Símun í Vági, sum stovnsetti stórfyritøkuna Føroya Bjór í 1888.

Eins og hjá Símuni í 1888, so er endamálið við Climashop, at hon skal vinna hjørtuni hjá føroyingum.

Nú grøna orkuskiftið er í hæddini, hava ungu spírarnir gjørt júst tað, sum íverksetar eiga at gera. Teir tóku vágan og stovnaðu fyritøkuna Climashop.fo og sambært eigarunum hava føroyingar tikið sera væl undir við nýggju fyritøkuni. Longu nú sæst, at “slokkarnir” grønkast og fleiri orkuloysnir eru seldar til føroyingar.

 

Nethandil

Vanligt er, at brúkarin skal ómaka sær at ringja til ein veitara, men við Climashop.fo kann brúkarin, við bert fáum “klikkum,” seta flugubein við júst tað, hann hevur brúk fyri og samanseta sína egnu loysn.

Tá húsastødd, byggiár og bjálvingarmongd er vald, vísir heimasíðan kundanum júst ta orkuloysn, sum er egnað til kundans hús. Er hetta endaliga úrslitið, kundin vil hava, so verður valda orkuloysnin pakkað og send við fyrsta farti.

Climashop hevur til endamáls at gera tað lætt og ómakaleyst at velja orkuloysnir. Har hava teir helst rakt seymin á høvdið.

 

Veitan og uppsetan

Kundin kann velja at fáa orkuloysnina uppsetta av serkønum fólki á økinum. Climashop.fo hevur samstarv við Sp/F Signar Kallsberg, ið hevur adressu á Viðareiði og er kendur fyri sína skjótu og góðu tænastu.

Við serkønum fólki at uppseta valdu vøruna, so kann sigast, at Climashop.fo ikki smæðist burtur, tá talan er um hitapumpur og aðrar orkuloysnir.

 

Royn Climashop.fo, tað er sera einfalt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bókaframløga: Heimalambið Nella
Árligi ruddingardagu­rin verður týsdagin…
Dávur vitjar Norðlýsið
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum