Lýsing
Lýsing
Lýsing

Børnini gerast kastibløka av vantandi stýring

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  17.07.2021 - 21:28 Lesarabrøv Politikkur

Eg gjørdist ikki sørt forfardur, tá ið eg frætti umvegis foreldur, at nýggi dagstovnurin, ið bygdur verður úti á Norðoyri, ikki verður klárur at taka í nýtslu til ásettu tíð. Tískil verður hann heldur ikki klárur tá ið dagstovnarnir skulu byrja gerandisdagin aftur eftir lokna summarferiu.

Ongin fráboðan ella kunning er send býráðslimum, heldur ikki mær, ið eri limur í nevndini Børn og Ung, har júst hetta málið hoyrir heima. 

Áðrenn borgarstjórin fór bringuprýddur út til Svínoyar at eta veitsludøgurða saman við drotningini, fekk hann í skundi sent eitt ófrættakent bræv til foreldur at børnum í kommunu okkara. Boðini vóru at barn teirra enn einaferð skal flyta dagstovn. Hetta merkir samstundis, at júst hesin einstaki árgangur av børnum skal gera í alt 3 skiftir undir eitt ár. 

At boðini komu fríggjamorgunin tykist næstan tilætlað. Hví blivu boðini ikki send fyrr? Hví bíða til fríggjamorgun beint áðrenn drotningavitjan? Hví senda boð beint áðrenn vikuskiftið og beint sum stovnarnir lata aftur fyri summarið? 

Hetta virkar mest til at vera ein elegentur háttur at sleppa undan dialoginum við tey foreldur at børnum, ið nú standa við svið og soð. Foreldur ið eru ørkymlaði og skuffaði, av teimum lyftum, ið annars hava verið givin. 

Nú skulu børnini gera 3 skiftir innan eitt ár. 

Tað ringast av øllum er, at alt hetta kundu vit sloppið undan, um meirilutin fylgdi upprunaligu býráðssamtykini, ið gjørd var um nýggjan dagstovn á Norðoyri, tí har var lagt upp til at hesin stovnur skuldi skipast sum sjálvstøðugur stovnur - altso uttan at børn skuldu flytast úr hvørjum herðastahorni í býnum. 

At hoyggja soleiðis runt við børnum og foreldrum er als ikki í tráð við tey Barna- og Ungdómsvirðir, ið vóru fest á blað saman við umboðum úr allari skipanini. Sum kommuna eiga vit at virka fyri tryggum umstøðum hjá børnum at vaksa upp í. At geva foreldrum tryggleika, so tey merkja umsorganina og møguleikarnar fyri menning av teimum børnum, ið vit sum kommuna hava ábyrgdina av stóran part av teirra lívi. 

Hóast fundur hevur verið skipaður millum formannin í Børn og Ung, og foreldur at børnum í nýggja barnagarðinum, so lætst eingin at lurta eftir teimum ørkymlaðu foreldrum, ið settu viðkomandi spurningar - millum annað um tey kundu fáa trygd fyri at stovnurin fór at vera liðugur til tíðina. 

Her má takast annað skinn um bak, um vit skulu halda fast í góðu gongdini, ið hevur eyðmerkt kommunu okkara við vaksandi inntøkum, fólkavøkstri og burðaravlopi. 

Jógvan Skorheim
býráðslimur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Frá okkum til tykkum
Takk fyri jóla­heilsan frá Sigrid Dalsgar…
Bogi: - Føroyar selja fyri 1. mia krónur…
Jóla­heilsan frá Wind Keeper