Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá sjálvsvornu ”neutralu” viðmerkjararnir eiga almennu mikrofonina

SKRIVAÐ: Bjarni Djurholm  |  02.09.2021 - 19:43 Lesarabrøv Politikkur

Farna vikuskiftið vísti veljarakanning, at stóru samgonguflokkarnir høvdu munandi afturgongd, um 4% hvør.

Hetta var neyvan hugaligur lesnaður hjá flokkunum, meðan Javnaðurin kundi sóla sær í stórari framgongd.

Ikki minst mundi hetta koma væl við á landsfundi floksins í Sørvági, har formaðurin kunngjørdi lættar og gjaring fyri hálva til heila milliard árliga, uttan at nevna hvaðani peningurin skuldi koma?

Hann fekk sum vera man heldur ikki ótýdliga spurningin frá KvF ella Miðlahúsinum - hvør skal rinda komandi javnaðargildið?

 

Politiskir aktivistar

Ístaðin valdi KvF at biðja tveir politiskar aktivistar at greina veljarakanningina, sum tók valdið frá borgarligu samgonguni.

Og har varð ikki farið fram við mýkindum. Hóast tíðindakvinnan royndi at pippa uppií og einaferð segði ”at rætt skal vera rætt viðvíkjandi koronu….”, so var slagsíðan í viðmerkingunum sjónliga bara ein avhølvan av Sambandinum og løgmanni, har afturvendandi pástandurin var, at Fólkaflokkurin hevði fingið alt, meðan Sambandið einki fær burturúr?

Áhaldandi pástandur sum lýkir treytina, at tú sigur ein lygn nóg ofta, so verður hon sannleiki.

 

At báðir stóru flokkarnir í veljarakanningini mistu sama prosental, hevði sjónliga ongan týdning. Málið var at niðurgera Sambandsflokkin, og samstundis skammrósa Fólkaflokkin fyri at pína sambandsveljarar? Fólkaflokkurin, sum annars ongantíð eigur nakað rós frá m.a ”neutrala” viðmerkjara Javnaðarfloksins - tvørturímóti.

 

Málsvágin

Páhaldið og illgitingarnar um politiska valdsbýtið í landsstýrinum var reglan hjá viðmerkjarunum. Tíðindakvinnan átti ikki líkinda spurning uppímóti.

Tí hvør er veruliga støðan á málsvágini í landsstýrinum?

Tað er rætt, at fiskivinnuskipanin bleiv samtykt skamt frá valinum - við nógvum broytingum frá Sambandinum. At lógaruppskotið kom smidliga gjøgnum Løgtingið hevði eina orsøk, samgonguflokkarnir vóru samdir.

Ikki sum í undanfarnu samgongu, har fiskivinnunýskipanin gjørdist ein hurlivasi, tí eingin uttan Tjóðveldi ynskti samtyktu skipanina. Úrslit av elendigum handverki.

 

Rangur boðskapur

At so sambandið áhaldandi fær skotið í skógvarnar, at einki kemur burturúr er rangur boðskapur.

Burtursæð frá, at farni landsstýrismaðurin heldur var ein retro- enn ein framtakspersónur, so eru ótal av hjartamálum Sambandsfloksins avgreidd.

Sjúkrahúsverkið hevur ongantíð fyrr fingið størri meirjáttan enn undir hesum landsstýrinum, sama er við nógvum nýggjum tilboðum á almannaøkinum - umframt, at nútíðar almannalóggáva er samtykt. Eisini er samtyktur bústaðarpakki.

Grundarupphæddin, sum undanfarna samgongan skerdi, er komina á beint aftur. Nýggj tilboð innan rehabilitering, avtala er gjørd við Novo Nordisk um gransking/menning innan diabetis (sum undanfarna samgonga skippaði), viðgerðartrygdin er væl ávegis, skundur er settur á útbúgving av yngri læknum, CT- og MRskanningarnar eru munandi optimeraðar osfr. osfr.

 

Sjálvlærdir kokkar

Harafturat eru Føroyar tað landið í heiminum, sum eru slopnar best undan koronufarsóttini. Ein sólskinssøga, sum átti at komið løgmanni og landsstýri væl við, og átti at talt við á positivu vágskálini í umrøðuni av politiska handverkinum. Men so bleiv heldur ikki har.

 

Nógvir sjálvlærdir koronukokkar hava verið í almenna rúminum og kritisera løgmann og myndugleikarnar fyri handfaringina. Alt kann gerast betri ella øðrvísi, men í koronumálinum eigur landsstýrið stóra tøkk fyri handfaringini av farsóttini.

 

Javnvág eitt krav

Øllum kunnugt er eingin politiskt neutralur – tað er ein illusión at halda tað.

Heldur ikki, tá undirriaði saman við tveimum fyrverandi politiskum starvsfeløgum av og á eru í kjaki á skíggjanum.

Men tá vita fólk hvør situr framman upptøkutólini og kjakið verður tá falsleyst, har vit siga okkara hugsan og javnviga hvønn annan í lýsingini av støðunum.

 

At miðilin í viðgerðini av veljarakanningini ístaðin avdúkar støðu til landsstýrið, samgongu og ikki minst til Sambandsflokkin, er átaluvert.

 

Ikki minst, tá miðilarnir yvirhøvur tilvitað gøllhalda um boðskapin, at Sambandsflokkurin áhaldandi verður teptur í samstarvinum við Fólka- og Miðflokkin.

 

Minsta kravið til miðlarnar er jávnvág í politisku lýsingunum – annars endar alt sum lættisoppamiðling á Facebook, har mesti parturin eru fake news.

 

Og tað mátti journalistiski stoltleikin forða fyri, ella?

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Jóla­skipið og Ársins Rósa
Finn Stampe varð valdur til Ársins Rósu
Narvi og Hans Petur vórðu heiðraðir
Tónlista­skúlin á konsertferð í býnum
Faroe5 spæla á Summar Festivalinum
KÍ-HB á Summar Festivalinum
Fótbóltur: Besta deildin kallast nú Meis…
Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbr…
Veðrið um vikuskifti
Ídni verður ikki goymsla
Skráin fyri Jóla­skipið
Eyðgunn fann 1 mió. krónur til Varpið
Flutningur er frælsi
Javnleikur 3-3 forðar grøna orkuskiftinu…
Nýggjur frítíðar­skúli á Eiði
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Noreg og Rusland samd um fiski­vinnu­samst…
Varpið fær 1.000.000 krónur
Fiskeribladet: - Bíðað verður eftir at r…
Búskapur í øllum 2: Føroyar sum lítil op…