Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjóhiti til Føroya Tele í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  15.09.2021 - 12:03 Mentan Tíðindi Vinna

Fyrr í vár varð høvuðsteymur frá sjóhitaskipanini lagdur yvirum parkeringsøkið í miðbýnum. Úttøk vórðu gjørd til Mentanarhúsið, Angus og Føroya Tele.

 

Nú hevur so Føroya Tele grivið veit yvir til úttakið og lagt rør til íbindingina, so sjóhitarør nú eru løgd inn í telefonstøðina í Klaksvík.

Arbeiðið at skifta olju út við sjóhita er liður í grønari langtíðarorkuætlan, sum fevnir um allar bygningar og mastrar, øll tøknihús og tøkniskáp, sum Føroya Tele eigur.

Higartil hevur telefonstøðin í Klaksvík brúkt umleið 7.000 litrar av olju um árið, sum svarar til CO₂-útlát upp á 19.000 kg, greiðir Brian Rasmussen, deildarleiðari á NET frá.

Tað verður mett, at arbeiðið at skifta hitaskipanina kostar góðar kr. 330.000,- og at árliga sparingin verður umleið kr. 30.000,-. Tað tekur sostatt 11 ár at spara íløguna innaftur.

Føroya Tele hevur sum aðalmál at teirra orkunýtsla so vítt gjørligt verður umløgd til varandi orku, og at tey einki CO₂-útlát hava í 2030.

So enn eina ferð kemur sjóhitaskipanin hjá Klaksvíkar kommunu til sín rætt í miðbýnum – hesaferð hjá Føroya Tele.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hugni aðalfund í Smæruni
Tónlista­skúlin Torramatinée í Christians…
37 tíma arbeiðsvikan: Nú skulu Javnaðarf…
Tingfundu­rin er byrjaður - tikin upp aft…
Samgonguslit: Javnaðar­flokku­rin hevði tí…
Hvar bleiv meirilutin av?
Hiddenfjord á væleydnaðari messu í Týskl…
Søluprísu­rin fyri sjógvhita lækkar við n…
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Nord Vista - nýggjasta skipi í flotanum
Pensjónistar sum søluvøra
Áheitan á tinglimir
KÍ umhugsar styrk
Prima Facie í Miðhøllini
Heiðran á Klaksvíkar Sjúkra­húsi
Bjørt broytt raðfylgjuna: Suðuroyar­tunni…
Clickhaze á G! 2026
Veðrið í Tjørnuvík
- Vit eru allir ótrúliga spentir til het…
Tussj: Steypavikuskifti fyri tey yngru í…