Lýsing
Lýsing
Lýsing

45 nýggjar leiguíbúðir í Tórshavn

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.09.2021 - 13:33 Tíðindaskriv Vinna

NN Holding, sum eigur MARK, skal byggja 45 leiguíbúðir á Oyggjarvegnum í Havn.

Íbúðirnar verða millum 60 - 114 fermetrar til støddar, við einum, tveimum ella trimum kømurum. Harafturat verða eisini íbúðir til rørslutarna.

Tá ið verkætlanin er liðug, helst seint í 22, fara eini 100 fólk at flyta inn í nýggju íbúðirnar við Oyggjarvegin í Tórshavnar kommunu.

Bygningarnir verða í trimum og fýra hæddum. Allar íbúðirnar á lendishæddini hava hátún, og allar íbúðirnar í ovaru hæddunum hava svala omaneftir við frálíkum útsýni.

Á økinum, har íbúðirnar verða bygdar, verður ríkiligt av parkeringsbásum.

Tey, ið vilja vita meira um verkætlanina og hava áhuga at búgva í eini leiguíbúð á Oyggjarvegnum, kunnu longu nú skriva seg upp til íbúðirnar á heimasíðuni mark.fo hjá MARK, sum byggja, eiga og umsita íbúðirnar.

NN Holding eigur og rekur MARK, sum hevur bygt íbúðirnar í Marknagili og undir Kongavarða í Havn. Í nevndini í NN Holding eru Birgir Dam Jacobsen, Frits Dam Jacobsen og Gordon Rajani.

Samstarvið við Tórshavnar kommunu hevur verið sera gott og kommunan hevur arbeitt miðvíst við loysnum fyri at fáa hesa verkætlan til at bera til, soleiðis at fleiri íbúðir verða tøkar í Tórshavnar kommunu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið
Líðhamar inni við góðum 20.000 pundum
- Ronaldo má á bonkin hjá Portugal
Klaksvíkar kommuna – helst heimsins stør…
Petur Reinert vitjar Norðlýsið
Óvissa um framtíð­ina hjá Sjónámi í Klaks…