Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tit eru við til at gera okkara bý fjølbroyttan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.09.2021 - 20:37 Tíðindi

segði Karl H. Johansen, borgarstjóri m.a í dag, tá móttøka var í nýggja virknishúsinum í Mylnugøtu 12. Vit prenta røðu borgarstjórans.

Nógv hevur verið tosað um, at ferðslan í nýggja undirsjóvartunnlinum er ov lítil, men starvsfólk hjá Almannaverkinum gera í øllum førum sín part. 

Tað er hugaligt hvørjaferð, vit síggja tykkum her í Klaksvík, tí tá er tað okkurt nýtt og spennandi, sum hendir. 

 

Góðu tit øll -

Eg vil eisini bjóða tykkum vælkomnum til Klaksvíkar.

Eg gleðist hvørja ferð, eg verði boðin til móttøku hjá Almannaverkinum, tí tað er eitt tekin um, at tað áhaldandi verður arbeitt við at tryggja góðar lívsumstøður, soleiðis at tey við skerdum førleikum og avbjóðingum annars kunnu fáa eitt innihaldsríkt og sjálvstøðugt lív.

Tað hevur altíð ligið mær nær at geva fólki, sum av ymiskum orsøkum hava skerdan førleika, eina serliga umsorgan, tí eg haldi, tað er so ómetaliga umráðandi, at øll kunnu kenna seg væl í umhvørvinum har, tey vaksa upp, og har, tey búgva og virka.

Men flest øll menniskju hava tørv á meira enn umsorgan.

Vit vilja virka, samskifta, sansa og flyta okkum, tí tá merkist, at vit menna okkum sum menniskju.

Og eg haldi eisini, eg kann siga, at øll vaksa av at síggja eitt úrslit av tí, sum vit sjálvi leggja fyri dagin.

Tí er hetta tilboðið, sum tekur hædd fyri, at tørvur er á stuðli og hjálp til at megna eitt arbeiði, eitt fantastiskt tilboð.

Verkstaðið á Brekku í Klaksvík og Bólið í Saltangará hava í mong ár havt ein týdningarmiklan leiklut í gerandisdegnum hjá teimum, sum ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum.

Nýggja virknistilboðið her í Mylnugøtu 12 fær tikið størri atlit til fólk við autismu, og fer tað uttan iva at geva hesum borgarum eitt enn betri virknistilboð, umframt at tey, sum hava staðið á bíðilista, nú fáa pláss. Tað er ómetaliga gleðiligt.

Sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu eri eg sera errin av, at heimstaður okkara bjóðar so fjølbroytt tilboð til allar borgarar.

Onkur hevur sagt tað soleiðis, at um tú vilt vita, um eitt samfelag er gott, so skalt tú kanna eftir, um tað er gott fyri tey, sum hava hjálp fyri neyðini.

Men hetta er einans møguligt við tí góða samstarvi, sum í mong ár hevur verið, og er, við Almannaverkið.

Vit í Klaksvíkar kommunu eru glað og takksom fyri hetta góða samstarv okkara, sum vit eisini síggja fram til at menna víðari í komandi tíðum – til frama fyri borgararnar í landi okkara.

Tit eru eisini við til at gera okkara bý fjølbroyttan, og tað eri eg ómetaliga errin av og takksamur fyri.

Hjartaliga til lukku við nýggja stovninum og blíðan byr.

Takk fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Frá okkum til tykkum
Takk fyri jóla­heilsan frá Sigrid Dalsgar…
Bogi: - Føroyar selja fyri 1. mia krónur…
Jóla­heilsan frá Wind Keeper
Jóla­heilsan frá grønlendska rækjutrolara…
Jóla­heilsan frá Svend C
LARS LØKKE OG METTE FREDERIKSEN