Lýsing
Lýsing
Lýsing

Koronupassið endaliga góðkent og klárt at brúka

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  18.09.2021 - 09:45 Tíðindaskriv

ES-nevndin hevur nú endaliga góðkent talgilda føroyska koronupassið. Koronupassið kann brúkast í flest øllum londum í Evropa og gongdin er, at lond úr øðrum heimspørtum eisini gerast partur av skipanini við talgildum koronupassi.

Limalondini í ES hava í vikuni tikið avgerð um at góðkenna føroysku koronupassloysnina og kunngerðin er lýst í European Journal, sí her.   

Nýggja talgilda koronupassið fer at lætta um hjá øllum, sum fara út í heim at ferðast ella at arbeiða. Tú hevur passið á telefonini og kanst vísa tað, tá ið tað krevst.

Koronupassið er ókeypis og kann takast niður á www.corona.fo. Á corona.fo fært tú eisini holla vegleiðing um hvussu tú tekur passið niður.

 

Um passið

Tú tekur koronupassið niður á telefonina. Tú skalt hava Samleikan fyri at fáa koronupassið.
Tá ið tú ritar inn, verður koronapassið sjálvvirkandi dagført og vísir, um tú hevur koronupass, sum er í gildi, tí tú ert koppsett/ur. Tú kanst eisini fáa tína negativu koronukanning á koronupassið.
Koronupassið vísir upplýsingar um koppseting og koronukanningar, sum tú sambært ES-avtalu skalt skjalprógva, tá ið tú kemur til eitt land ella fert úr øðrum landi.
Tað er Sjúkrahúsverkið, sum í samstarvi við Smyril Line, Talgildu Føroyar og Klintra, sum hevur staðið fyri at menna talgilda føroyska koronupassið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…