Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð: KÍ kann vinna FM komandi umfar

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  19.09.2021 - 18:01 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Eftir ein tryggan 4-0 sigur móti 07 Vestur á heimavølli, so er tað nú komið hartil, at KÍ kann vinna FM komandi umfar.

 


Til tað krevst, at KÍ vinnur móti ÍF í Fuglafirði, meðan Víkingur ikki fær fult móti 07 Vestur í Sørvági.

Dagsins dystur í Klaksvík var einvegis ferðsla, har KÍ sat á øllum frá byrjan til enda. Tó skal 07 Vestur fáa rós fyri at spæla fyri sínum møguleika við at stríðast og verja væl. KÍ spældi væl afturi á vøllinum, men ímun til hvussu nógvar støður vóru, so manglaði neyvleikin ofta í avgerandi støðunum. Hóast hetta, so vann KÍ ein uppibornan 4-0 sigur og tað var í tráð við dystin. Málskjúttar vóru Jóannes Bjartalíð (2), Árni Frederiksberg og Páll A. Klettskarð. Uppleggini átti Jóannes K. Danielsen (2), Jóannes Bjartalíð og Bob Sumareh.

 


Dysturin hjálpti KÍ eisini til at útbyggja metini við at skora mál og at halda mótstøðuliðnum frá at skora.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…