Lýsing
Lýsing
Lýsing

65 mió. krónur í avlopi næsta ár

SKRIVAÐ: Fíggjarmálaráðið  |  30.09.2021 - 14:44 Politikkur Tíðindaskriv

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur í dag lagt uppskot fyri løgtingið um fíggjarlóg fyri 2022

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022, sum í dag er lagt fyri løgtingið, væntar landsstýrið 65 mió. krónur í avlopi. Harumframt verður hallið í ár munandi minni enn mett.

 

Búskapurin væl fyri

Fíggjarmálaráðið metir, at grundarlagið undir føroyska búskapinum er gott.

Búskapurin hevði verið í hákonjukturi í fleiri ár, tá ið koronufarsóttin rakti landið í 2020. Vit hava havt fólkatilflyting síðan 2014, arbeiðsloysið er framvegis metlágt, og talið á løntakarum methøgt.

Hagtøl benda á, at føroyski búskapurin er millum teir búskapir í vesturheiminum, sum helst koma frægast gjøgnum støðuna við koronu.

 

Størri avlop og minni hall

Í játtanarkørmunum í vár varð roknað við 63,5 mió. kr. í halli í 2022. Men útlitini eru batnað munandi síðan tá. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2022 vísir avlop, sum er mett til 64,8 mió. kr. (RLÚ-úrslitið).

Fíggjarmálaráðið roknar við, at búskapurin veksur um 3-4% í 2021 og 2022. Ráðið væntar, at hallið í ár verður væl minni enn mett – um 6 mió. krónur í halli. Orsøkin er hægri MVG-inntøkur, serstakt vinningsbýti og munandi lægri løguútreiðslur.

Landsstýrið rekur við hesum uppskotinum ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og leggur upp fyri avbjóðingum, sum eru fyri framman. Her verður serliga hugsað um fíggjarpolitisku avbjóðingarnar hjá landinum, nú landið og allur heimurin eru ávirkað av koronufarsóttini.

 

Raðfestingar innan vælferð

Innan útbúgvingarøkið raðfestir landsstýrið millum annað sjúkrarøktarfrøði, heilsurøktarar, alarar og KT-frøði.

Á heilsuøkinum eru raðfestingarnar millum annað bráðfeingis sálarfrøðilig hjálp, barna- og ungdómssálarviðgerð, palliatión, krabbameinsætlan, kommunulæknaviðtalur, endurvenjing, rúsevnisfyribyrging og nýtt Fólkaheilsustýri.

Raðfestingar á almannaøkinum eru millum annað javning av almannaveitingum, móttøkuhús fyri harðskapsrakt, Familjufyrisitingin, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing, heimaráðgeving frá Almannaverkinum og Dugni í Suðuroy.

Av øðrum raðfestingum hjá landsstýrinum kunnu nevnast grønar orkuverkætlanir og talgilt koyri- og borgarakort.

Eg fegnist um, at við hesum uppskotinum raðfestir landsstýrið vælferðarøkini og leggur ongar nýggjar avgjalds- ella skattahækkingar á familjur ella vinnu, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Leinki til fíggjarlógaruppskotið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC