Lýsing
Lýsing

Norðlýsið við egninarskúrar í Albir

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Oliver Joensen.  |  02.10.2021 - 23:23 Myndarøð Tíðindi

Í dag, leygardagin hevur okkara skrá ikki verið strong her í Albir í Spaniu. Sólorka kunngjørdi í gjár at ikki so nógv var á skránni leygardag. Tí var kjansur at sova leingi eftir strævna dagin í gjár. Vit báðir Árni Winther Jákupsson frá Fyndini og eg avgjørdu at fara at leiga okkum súkklur og so koyra ein túr fram við sjóarmálanum.

Fyri okkum var hetta ein sera góður túrur. Her umleiðir, er ferðslan sera væl skipað, og tá serstakliga niðri við strondina. Súkklur hava koyribana fyri seg og fótgangarar hava eisini sín. Tað var tí lag á manni hjá okkum báðum at trakka í pedalurnar.

Eftir at hava koyrt í umleið ein tíma, komu vit til eina skipahavn, har nakrir trolbátar lógu. Her hittu vit ein spanióla, sum ikki dugdi enskt, men við einum “parløri” fingu vit so dánt at vita, at hetta vóru trolarar, ið fiskaðu sardinur.

Maðurin stóð har á seiðabergi við tveimum tráðum. Hann egndi við livandi krabbum og einum sum líktist eini yvirvaksnari rækju. Hann segði at hesin fiskurin hevði ligið í salti og at saltaður fiskur var betur at egna við, tí hann hekk betur á húkinum. Vit stóðu hjá honum góða løtu, men hann fekk einki ímeðan vit vóru har. Men hann vísti okkum mynd av einum fiski hann hevði fingið í gjár. Tann fiskurin var á stødd við góðan smáfisk, men líktist ikki okkara sløgum.

Eftir at hava verið súkklutúr í einar fýra tímar, komu vit aftur á hotellið um fýra tíðina seinnapartin.

Hallur Joensen (Contrykongurin) stóð fyri undirhaldi á Váglinum frá klokkan seks. Hann hevði fingið hjálp av dóttir síni Jessicu, íð var komin allan vegin úr Danmark í dag til at hjálpa til við undirhaldinum.

Hallur legði fram nógv av lívssøgu síni  í práti ímillum tónlistarligu innsløgini. Hann greiddi frá samskiftinum við foreldur síni, og segði at hann var sera tætt knýttur at pápa sínum, Karl Andra. Men segði eisini at bæði mamma hansara og pápi hansara høvdu stuðlað honum dyggiliga við at lurta og pápin við harmonikuni líka frá tí Hallur kundi minnast.

Sum ungur var hann komin út í alkoholmisnýtslu, men at hann su 21 ára gamalur legði alkoholið á hylluna við góðari hjálp frá Heilbrigdinum á Velbastað.

Hallur segði eisini, at tað tók honum dygt tá pápin brádiga doyði av blóðtøppi eina morgun eftir at teir báðir høvdu sitið og spælt saman eitt kvøldið.

Eg fekk ikki sagt pápa mínum farvæl. Men ár seinni gav eg eina fløgu út, sum eg ognaði pápa mínum, tað var mítt farvæl til pápa mín, haldi eg at Hallur segði nøkurlunda.

Beint nú, áðrenn eg fór til songar undirhildu Hallur og Jessica við dansitónleiki á klubbanum.

Vit eru meira enn trýhundrað sum eru gestir her hjá Sólorka og eg meti at øll vóru uttanfyri í kvøld til undirhaldið. Tey, ið dugdu at dansa vóru á pallinum ímeðan vit onnur, ið ikki duga listina sótu uttanum og nýttu løtuna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…