Profetiska útsøgnin viðv.aðru komu hansara
Jesu fyrsta koma og forsóningsverk hansara er minta uppá, ella miðar ímóti, at hann kemur aftur, at uppfylla tað profetisku útsøgnina viðv. aðru komu hansara.
Jesus er ikki bara Guðs líðandi tænari, hann er eisini leyvan av Juda, sum vil koma aftur í skýggjum himmalsins og leggja undir seg fýggjindar sínar og upprætta ríkið Ísraels í túsind ár.
Ættargrein Jesusar frá (1. Mós.kap.3,15)
Eins og vit sýggja í (Opinb.3,15) Harrin uttanfyri nógvar av teim kirkjum, sum royna at koma inn. Harrin er gentilmaður stressar ikki brúður sína. At byggja á Jesu grund er nógv meir enn bara læra um hann, eisini meir enn bara bjóða honum inn, tó tað er byrjanin.
Endaliga er, at vit læta hann byggja húsið -.
Tað var í miðøldini, Francis of Asisi ein av stórstu kirkjuleiðarum, gekk saman við einum vini, sum sýndi honum dýrmiklar býðar Catedralir og viðmerkti, at kirkjan ikki longur kundi siga:” Sylvur og gull havi eg ikki”
Hartil Francis of Asisi svaraði:” Og ikki kunnu vit siga: Í navni Jesu statt upp og gakk.”
Nógv ting eru gjørd í Harrans navni, men hvussu mong teirra hava verðuliga, ella eru verk hansara, gjørd av honum?
Harrin hevur signa mong verk, men eins og av fyrstin tíð, tá íð sagt var, at Harrin var við og hvíldi har yvir.
Okkara uppgáva er at finna staði har Harrin vil búgva og byggja.