Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bjartalíð boðsendur fyri Meinhard

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.10.2021 - 08:13 Ítrottur Tíðindi

Meinhard Olsen verður ikki nóg birgur til landsdystir í næstum, og verður tí ikki við ímóti Eysturríki og Skotlandi. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Jóannesi Bjartalíð úr KÍ

A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson leggur í hesum døgum seinastu hond á fyrireikingarnar til tann fyrra av dystunum, sum eru á skránni í hesum umfarinum. Leygardagin kemur Eysturríki á vitjan, og týsdagin verður spælt móti Skotlandi.

Men venjarin verður noyddur at síggja burtur frá Meinhardi Egilsson Olsen til komandi dystir. Meinhard hevur ein lítlan skaða at dragast við, og metingarnar siga, at hann neyvan verður nóg birgur til landsdystir næstu dagarnar.

Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Jóannesi Bjartalíð úr KÍ. Jóannes er ikki ókendur í landsliðshøpi, og hevur higartil spælt 15 A-landsdystir fyri Føroyar.

Atgongumerkjasølan til HM-undankappingardystirnar móti Eysturríki og Skotlandi hevur gingið væl, og higartil eru næstan 4.000 atgongumerki seld til dystin móti Eysturríki, og nakað meir eru seld til dystin móti skotum. Á Tórsvølli er pláss fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Av Kallinum á summarskeið á Syðradali
Sól og summar: KÍ kvinnur - B36
Veðrið í vikuni
Bátarnir úr Norð­oyggjum fingu góð úrslit…
Team Klaksvík hevur fingið U17-landsliðs…
Hevur tú brúk fyri graslíki til eitt hei…
TAKIÐ UPPSKOTIÐ AFTUR!
Tónleikur í heimsflokki í Varpinum
Hesi nøvn hevur Summar Festivalu­rin kunn…
Føroyska Sjómansmissiónin fingið nýggjan…
Heimskendir tónleikarar vitja Varpið í k…
Svimjihylu­rin er umvældur
Føroya elsti bátur á veg heimaftur 
Firum flytur til Hósvíkar
KÍ misti sigurin í yvirtíðini
KÍ misti tvey stig
Mánadagin 19. er síðsta freist at boða f…
62°N og Eventz Føroyar í spennandi sams…
Almenn áheitan á Føroya Løgting: Haldi…
Upptakt: HB-KÍ