Lýsing
Lýsing
Lýsing

Svimjihylurin er umvældur

SKRIVAÐ: Petur Asano formaður   |  17.05.2025 - 12:04 Mentan Tíðindi

Útisvimjihylin í Svínoy er endiliga blivin umvældur, og er nú fullur av feskum vatni! Hetta tók sína tíð frá 2020 har man byrjaði, at skrivað til kommununa um hylin. Tá var hann í ringum standi. Betongið var máað burtur og vandi var fyri, at han fór at leypa. Hylurin er hampiliga stórur og er í Stórá. Djúpastu punktið er 2 m og 20 cm. 

Svimjihylin er frá 1933 og er gjørdur av Hjálmar Hátun, sum var lærari tá. Hann hevur gjørt hylin saman við skúlabørnini, fyri at læra børnini at svimja. Síðani tá hevur hylurin verið nógv brúktur hvørt summar. Nú tá tað hevur verið tómur í 5 ár er spenningin og gleðin er stór, at man kann brúka hylin aftur! 

Klaksvíkar kommuna hevur gjørt arbeiðið og stuðlað hevur Klaksvíkar kommunan, útoyggjastuðul frá landinum, og Visit Faroe Islands! 

Takk fyri stuðulin!

Áhugafelagið fyri svimjihylin skipar fyri hátíðarhaldi tann 7 juni. Meira kunning kann síggja á facebook síðuni “Svimjihylurin í Svínoy” 

Kom ein túr til Svínoyar at svimja!

Petur Asano formaður 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum