Lýsing
Lýsing
Lýsing

TAKIÐ UPPSKOTIÐ AFTUR!

SKRIVAÐ: VERKAFÓLK  |  18.05.2025 - 16:06 Tíðindaskriv Tíðindi

Mánadagin verður greitt, um vinstravongurin í føroyskum politikki endaliga vendir ryggin til tey, sum ár um ár hava givið teimum sína atkvøðu, og sum løgdu lunnar undir stóru flokkarnar í samgonguni.

 

Mánadagurin 19. mei verður avgerðandi fyri, hvørja kós samgongan velur, og hvønn samgongan velur frá. Uppskotið um hækkaðan pensjónsaldur tryggjar ikki tey, sum alt teirra arbeiðslív hava havt eitt hart og slítandi arbeiði. Ongin í politisku skipanini umboðar hesi túsundtals fólk, sum hvønn dag leggja nógv fyri, so vit hava samfelagið koyrandi.

 

Tað er sum um, at bæði Tjóðveldi og Javnarflokkurin hava mist sambandið við livda lívið hjá fólki, og eru blind fyri, at tey leggja stein oman á byrðu hjá øllum teimum, sum hvønn dag gera sína skyldu á arbeiðsmarknaðinum.

 

Tey, sum áttu at vart borg, svíkja. VERKAFÓLK átalar harðliga, at tað ikki verður lurtað eftir, at fakfeløg omaná fakfeløg mæla frá at hækka pensjónsaldurin á henda hátt.

 

Politiska skipanin kvettir sambondini

Millum okkara limir merkja vit, hvussu hart hetta rakar, og fólk eru ill um, at so lítið atlit verður tikið til teirra.

 

At tað er við einum javnaðarløgmanni á odda, at hetta verður trýst ígjøgnum, er greitt boð um, at løgmaður ikki hevur tørv á samstarvi og stuðli frá fakfelagsrørsluni. Tað er ikki fakfelagsrørslan, sum hevur vent løgmanni bakið, men heldur løgmaður og flokkur hansara, sum hevur vent fakfelagsrørsluni bakið. Hetta er veruleikin, nú 100 ár eftir, at fakfelagsfólk og onnur í hølunum hjá Havnar Arbeiðarafelag í 1925 stovnaðu flokkin, sum árið eftir gjørdist Javnaðarflokkurin. 

 

Politiskir rossahandlar

Okkara greiða áheitan á løgtingið og samgonguna er, takið uppskotið aftur. Pensjónsaldur er ikki nakað ein samgonga ella politisk skipan skal spæla sær við í politiskum rossahandlum. Hetta mál er alt ov álvarsamt til at handfara á henda hátt, og rakar hvørt húski í samfelagnum.

 

Mánadagin 19. mei hava landsstýrið og samgongulimir møguleika at velja øðrvísi enn ta kós, sum er løgd í løtuni. Til ber at lurta, tillaga og hyggja at gerandisdegnum hjá teimum nógvu túsundtals fólkunum, sum hetta rakar.

 

Okara áheitan er tí: TAKIÐ UPPSKOTIÐ UM HÆGRI PENSJÓNSALDUR AFTUR!

 

VERKAFÓLK

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Bátarnir úr Norð­oyggjum fingu góð úrslit…
Team Klaksvík hevur fingið U17-landsliðs…
Hevur tú brúk fyri graslíki til eitt hei…
TAKIÐ UPPSKOTIÐ AFTUR!
Tónleikur í heimsflokki í Varpinum
Hesi nøvn hevur Summar Festivalu­rin kunn…
Føroyska Sjómansmissiónin fingið nýggjan…
Heimskendir tónleikarar vitja Varpið í k…
Svimjihylu­rin er umvældur
Føroya elsti bátur á veg heimaftur 
Firum flytur til Hósvíkar
KÍ misti sigurin í yvirtíðini
KÍ misti tvey stig
Mánadagin 19. er síðsta freist at boða f…
62°N og Eventz Føroyar í spennandi sams…
Almenn áheitan á Føroya Løgting: Haldi…
Upptakt: HB-KÍ
Húsarhalds­skúlin við flagtaki
Niclas: KÍ hevur verið sannfør­andi fyrst…