Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað hevur verið gott veður leingi, og tað sær út til at halda fram. Ið hvussu so er næstu 5 dagarnar. Okkurt avbrot sæst næsta vikuskifti, men so er gott veður aftur. Kanska er best ikki at hyggja ov langt fram. 5 dagar eru nóg mikið. | Mynd: Pól Sundskarð (y)

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  18.05.2025 - 19:34 Tíðindi Veðrið

Góða hátrýstveðrið fer at halda fram í vikuni, sum kemur. Ikki sól ella sólglottar alla tíðina, men lítil vindur og so at siga einki avfall.

Hátrýstið, sum stendur fyri hesum góða veðrinum, er úr Føroyum og til Grønlands. Tí fer ættin at vera norðan ella landnyrðingur onkra løtu. Yvirhøvur er talan tó um ymsar ættir.

Einki avbrot sæst í veðurkortum fyri vikuna fyrr enn fríggjakvøldið. Tá fer hann at koma lágt, og fer at regna av útsynningi.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin

Lítið lot av landnyrðingi, minni enn 5 m/s, sum frá líður kemur hann høgt. Allan dagin turt og smáskýggjað, í støðum tó onkur mjørkaflóki. Hitin um dagin 10 til 15 stig, um náttina 6 til 9 stig.

Týsdagin

Lot til frískt lot um norðan, 3 til 8 m/s, turt og smáskýggjað. Hitin um dagin 9 til 14 stig, um náttina 4 til 8 stig.

Mikudagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smá- ella hálvskýggjað og turt. Hitin 6 til 10 stig.

Hósdagin

Lítið lot um sunnan, minni enn 5 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 12 stig.

Fríggjadagin

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað, í støðum mjørki, og sum frá líður regn av útsynningi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…