Hesi nøvn hevur Summar Festivalurin kunngjørt
Summar Festivalurin hevur kunngjørt 20 útlendskar og føroyskar bólkar og solistar
Summar Festivalurin í ár verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august. Higartil hevur festivalurin kunngjørt 20 bólkar og einstaklingar, og fleiri eru í væntu.
Útlendsku høvuðsnøvnini eru reggae-poppbólkurin UB40 ft. Ali Campbell, kendi rappbólkurin Nik & Jay og festligi hittsangarin DJ Ötzi.
Úr Danmark koma tvær poppsongkvinnur við føroyskum ættarbondum: Brimheim, sum hevur fingið gjøgnumbrot á danska tónleikapallinum, og Gunnva, ið fer at koma við fyrstu útgávuni seinni í ár.
Hini nøvnini, ið spæla á ársins Summar Festivali, eru Dynamit, Linda Andrews, Kári P, jazzygold, Swardi, Guðrun Sólja, Sakaris, Páll Finnur Páll, Tinganest, Herborg Torkilsdóttir, Grandma's Basement, Voices of Rock, Ester Skála, Son of Fortune og Kalas.
Summar Festivalurin fer í næstum at kunngera fleiri bólkar og solistar til ársins festival.
Á midnátt sunnukvøldið hækkar prísurin á atgongumerkjum.