Hevur tú brúk fyri graslíki til eitt heimaprojekt? Nú er møguleikin her
Nú stundar til, at gamli vøllurin á Svangaskarði verður tikin av – og tískil bjóðar Nes kommuna øllum í Føroyum møguleikan at fáa eitt sindur av graslíkinum heim við!
Hevur tú eina góða verkætlan í garðinum, á spæliplássinum, ella kanska okkurt heilt annað? Nú ber til at fáa ókeypis graslíki av gamla vøllinum, ið hevur tænt okkum so væl í nógv ár.
Vert at vita:
– Tit bera kostnaðin fyri flutning
– Graslíkið er tungt, og lastbilur við krana krevst.
– Graslíkið skal avheintast í døgunum 2. – 8. juni, eftir nærri avtalu við tekniska leiðaran á 565011
Hevur hetta tín áhuga, so send ein teldupost til: anfinn@nes.fo og upplýs, hvussu nógvar m² tú ynskir.
Tað er “tann, ið eru fyrstur á kvørnini”-prinsippið, sum er galdandi, og vit boða tær frá, nær til ber at heinta.
Let’s give this turf a new life – og lat gamla vøllin koma tykkum til gleði í einum nýggjum høpi!