Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fyrsta undirvísingin á BSK 7. oktober 2021.

Bíbliuskúlin Keldan farin í gongd

SKRIVAÐ: Bíbliuskúlin Keldan  |  09.10.2021 - 16:00 Mentan Tíðindi

Bíbliuskúlin Keldan (BSK) er nú farin í gongd. Undirtøkan á fyrsta skeiðnum hjá BSK er sera góð. 50 næmingar luttaka á hesum skeiði, ið ber heitið Bíblian. Fyrsta undirvísingin byrjaði hóskvøldið 7. oktober. Luttakararnir eru frá 9 samkomum og kirkjum. Aldursspennið er vítt. Hin yngsti luttakarin er 19 ár og hin elsti er 84 ár.

Búgvi Olsen, gudfrøðingur, er undirvísari á skeiðnum. 

Í skúlaárinum 2021/2022 eru hesi fimm skeið á skrá: Bíblian, Heilagi Andin, vekingarsøga, Guds persónleiki og evangelisering.

Tað er samkoman Keldan, ið hevur sett BSK á stovn, og hevur Keldan ábyrgd av skúlanum.

Skúlin varð stovnaður á páskum í ár.

BSK heldur til í Kelduni í Skálafirði. BSK hevur atgongd til sera góðu hølini og karmarnar, sum eru í Kelduni. Næmingar á BSK hava atgongd til bókasavnið í Kelduni, sum hýsir góðum kristnum bókum og tilfari.

Í november 2020 bleiv ein arbeiðsbólkur settur at fyrireika og seta á stovn bíbliuskúla. Í arbeiðsbólkinum vóru Búgvi V. Olsen, Ólavur Jacobsen og Rúni Rasmussen. Teir eru nú leiðslan á BSK. Búgvi er leiðari fyri skúlan.

BSK arbeiðir við einum stutttíðar leisti og einum langtíðari leisti. Tey fyrstu árini verða tey flesu skeiðini skipað sum ein samanseting av kvøldskúla og leygardagsskúla.

Málið er at hava ein parttíðarskúla (fyrrapartar) um á leið 3-4 ár.

Øll trúgvandi í Føroyum eru vælkomin at luttaka í undirvísingum hjá BSK.

Umframt ymiskt skeið fer BSK eisini at skipa fyri ymiskum almennum fyrilestrum.

Meira kunning um BSK er tøk á bsk.fo.

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…
Skjótt eiga Norð­oyggjar 3 av 7 floksforf…
Norð­oy­ingar valdu minni lokalt hesaferð
Beinir Johannesen bjartskygdur um samráð…
Aðalfundur hjá Norðoya Bjargingar­felag
Fyrri dagurin av Fótbóltsskúla­num hjá FC…
Góði arbeiðsmarknaðu­rin er eisini spurni…
29 konfirmantar játtaðu sín dóp
Hví ikki undirskriva samgonguskjalið á V…
Hvør ræður í Javnaðar­flokki­num?
Páskir: Broyting í innsavningini
Stóra messan hjá Anton Bruckner í Varpin…
Hans Kristian bjóðar av
Tjóðarsemja uttan Tjóðveldi?
Takkarkvøða
Fínteljingin verður í dag
List við Løkin á páskum