Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mánakøka við tveimum eggjablommum inní | Mynd: Food Network

Mánakøka (Kina)

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  15.10.2021 - 15:00 Tíðindi Veðrið

Eisini í Kina eru siðir og hátíðarhald at fáa gott veður, sum vit kunnu halda eru stuttligir ella løgnir.

Nógvir kinesiskir siðir hava samband við mánan og sólina, og í gomlu bókini Li-Ji, sum er um ymisk hátíðarhald, er nevnt, at keisarin á vári eigur at bjóða seg til at ofra til mánan og sólina.

Kinesiski kalendarin er settur upp eftir, hvussu mánin ferðast um jørðina, og ein av siðunum í Li-Ji er varveittur. Hann er um, tá ið tey baka, eta og geva hvørjum øðrum mánakøku fyri at hátíðarhalda føðingardagin hjá mánanum.

Siðurin er ikki hátíðarhildin líka kring alt Kina, tí landið er so stórt, og fólk hava ávirkað siðin ígjøgnum ættarliðini, men nøkur ting eru tey somu. Køkan er líka allastaðni: vanligt køkudeiggj við søtari fyllu, og á borðiskum er sjálvandi eggjahvíti og blomma at umboða mánan.

Søgnin sigur, at kinesisk uppreistrarfólk megnaðu at tveita mongolar úr Kina fyri 500-600 árum síðan við at samskifta við loyniligum boðum, sum vóru krógvað í mánakøkum. Sagt verður, at uppreistrarleiðararnir søgdu frá deyðiligari umfarsjúku, sum bert kundi sleppa undan, um tey ótu mánakøku.

Fólk tyrptust á almenn støð at fáa sær mánakøku og fingu loyniboð frá uppreistrarleiðarunum, hvussu tey skuldu skipa seg fyri at sleppa av við tað ónda hersetingarvaldið úr Mongolia.

Á okkara døgum er hendan hending hátíðarhildin 15. dag eftir 8. tendring á hvørjum ári, sum er miðskeiðis á heysti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bakkafrost: Góð ársbyrjan
Almennur fundur um undirsjóava­tunnil í K…
Badminton: U-15 landsliðið á kapping í D…
Svar til Hermann Oskarsson
Atlantic Fair 2026 letur upp í morgin
"Heima sum longst" – ein virðilig visjón…
Tøkk - Hildibjarta Jacobsen
GroAqua letur Bakkafrost nýggjan 700 ton…
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík
Norð­oyastevnan nærkast
Kamarkórið Dorimus í Varpinum í kvøld
Fólkini eru so vinarlig í Føroyum
Málið móti skip­ara­num á Galaxy slept
Atlantic Fair – 25 ár á baki
KÍ hevur fingið gongd á álopsspælið
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…