Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tjóðveldi - korruptión og rotinskapur 

SKRIVAÐ: Uni Rasmussen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin   |  12.10.2021 - 11:00 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Seinastu áleið tvær vikurnar hevur KVF varpað ljós á útlúting av kvotum til vinnuligar royndir og verkætlanir og til ítøkilig skipakeyp. Tað hevur ikki verið serliga nógv fokus á kvoturnar, men heldur á feløg og persónar, sum hava fingið útlutað kvotur, og persónar, sum standa hesum feløgum og persónum nær. 

Tjóðveldi, við Høgna Hoydal á odda, hava eisini tikið hetta fram, og  ákæra í eyst og vest, at fólk eru korrupt og at rotinskapur er í skipanini. Uttan at koma við prógvum,  verða øll, sum hava fingið útlutað kvotu, og teir persónar, ið standa tætt við, skorin yvir ein kamb og ákærd fyri at vera korrupt. Tað, sum eg og flest onnur eru uppvaksin við er: “Vit eru øll ósek, til tað mótsatta er PRÓGVAД. Men hetta ger seg ikki galdandi hjá Høgna Hoydal. Eg og onnur eru korrupt, uttan at leggja nakað haldgott prógv á borið. 

 

Smb. orðabókini merkir “korrupt” millum annað – “sum kann verða keyptur fyri pengar”. Eg kann avsanna, at eg eri keyptur ella annað ísmb. við útlútingina av kvotum. Høgni Hoydal kann heldur ikki koma við slíkum prógvum, tí tað eru eingin prógv fyri hesum. 

 

Seinastu dagarnar eri eg av KVF blivin knýttur at útlútingina av kvotum. Tað kemst av, at Tavan hevur fingið útlutað sildakvotu. Stjórin í Tavuni er beiggi mín, Joen Magnus Rasmussen. KVF hevur biðið um viðmerkingar frá flest øllum persónum, sum hava fingið útlutað kvotur, ella persónar sum sita í Løgtinginum, og sum á ein ella annan hátt hava samband við hesi feløg ella persónar. KVF hevur tó ongantíð biðið um viðmerkingar frá mær. KVF hevur í fleiri førum nevnt meg og víst meg í innsløgum, tó uttan at biðið um viðmerking frá mær. Tískil settu vit okkum í samband við tíðindadeildini hjá KVF og sendu teimum teldupost, við mínum viðmerkingum til málið. Hetta var gjørt hósdagin, 30.09.2021. KVF hevur tó ikki tikið mínar viðmerkingar við í viðgerina av málinum. Tískil hevur KVF einans skapt illgitingar um meg, um at eg skal hava havt ein leiklut í, at Tavan hevur fingið útlutað kvotu. 

 

Mín leiklutur í hesum, hevur einans verið, at samtykt fiskivinnulóggávuna, sum samgongan samtykti fyrr í hesum valskeiðinum. Eg eigi ongan leiklut í, hvør hevur og ikki hevur fingið útlutað kvotur. Eg visti einki um, at Tavan hevði søkt um kvotu. Fyrstuferð eg fekk kunnleika til tað, var tá avgerð var tikin um hvørji fingu útlutað kvotu. Tískil eigi eg ongan lut í, at Tavan hevur fingið útlutað kvotu. 

 

Tað hevði sømt bæði KVF og Tjóðveldi at viðgjørt málið sakliga. Tey høvdu kunnu spurt seg sjálvi og lýst málið við: Kann tað vera, at Tavan hevur fingið útlutað kvotu, tí tey lúka treytirnar fyri at fáa kvotu? Kann tað vera, at Tavan fekk útlutað kvotu, tí tey høvdu eina góða umsókn at vísa á? Kann tað vera, at Tavan fekk útlutað kvotu, tí tey hava eina spennandi menningarætlan, har sild verður víðari framleidd til liðugtvørur? 

Men heldur hava tey valt at illgitt og skuldsett, soleiðis at føroya fólk fær tað fatan, at Tavan ikki eru skikkað at fáa útlutað kvotu, men heldur at eg og onnur eru korrupt. 

 

Eg vil við hesum afturvísa hesar ákærur. Tavan hevur ikki fingið útlutað kvotu, grundað á mín persón, ei heldur havi eg havt nakran leiklut í útlutingini av kvotunum. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…