Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fyrst skuldu norðoyingar bert gjalda lánsgjøldini aftur. Síðani broytti Landsstýrið hugsan og vildi hava landskassapartin endurgoldnan eisini. Og nú skjýtur Landsverk upp at 7-falda bummgjaldið fyri at fíggja ein annan tunnil. | Mynd: Egin mynd.

Nú er nokk!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.10.2021 - 15:06 Leiðarin Politikkur

Sjálvandi skulu suðuroyingar hava fast samband, men at hoyra umboð fyri Landsverk í fullum álvara skjóta upp at gera tað við at verandi bummgjøld í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum skulu sjey-faldast (!) úr 20 krónum báðar vegir upp í 70 krónur annan vegin og harvið 140 krónur báðar vegir er so langt úti, at man valla trýr sínum egnu oyrum, tá man hoyrir tað. Men tað var veruliga tað, Landsverk segði hósdagin 21. oktober.

Ein orsøk er, at tey á Landsverki eru so von við at rokna skeivt, at tey hava valt at budgettera ein komandi Suðuroyartunnil við 150% av kostnaðinum, soleiðis at hann kemur at kosta 5,4 milliardir ella umleið eina heila fíggjarlóg.

Tá vit fyri 20 árum síðani lótu Vágatunnilin gera, og 15 árum síðani lótu Norðoyatunnilin gera, so var tað í teirri trúgv, at tá lánsgjøldini vóru goldin, skuldu tunlarnir vera ókeypis fyri vanliga borgaran at nýta. Við øðrum orðum skuldu teir á fíggjarlógina saman við tunlunum á landi. Vit trúðu upp á hetta í mong ár, men tá tað so nærkaðist, at Vágatunnilin varð útgoldin, so fingu politikarar kaldar føtur. Nú æt tað seg, at landskassans partur eisini skuldi gjaldast aftur.

Við øðrum orðum: Landskassin krevur eina íløgu, sum er goldin við skatti, goldna aftur! Man tað ikki vera eindømi?

Men sum um tað ikki var nóg ringt, so koma í heilum uppskot um, at tá nú vágafólk og norðoyingar eru so von við at gjalda, so eiga tey at sleppa at gjalda fyri alt møguligt annað. Men fyriliggjandi uppskot um 70 krónur hvønn vegin hevur altso verið tað fúlasta, sum nakrantíð hevur ligið á borðinum!

Tað kann ikki koma upp á tal at gjalda meira, og so als ikki 7 ferðir meira enn í dag. Politikararnir, ið eru valdir inn av norðoyingum og vágafólki mugu seta føtur í spenni, og kostar tað eina samgongu ella báðar tvær, so má tað bara vera so. Tað ber ikki til at fara soleiðis við borgarunum í Norðoyggjum og Vágum, sum Landsverk skjýtur upp.

Og tað er heldur ikki neyðugt. Hyggja vit at, hvussu nógv kemur inn í vegskatti og skrásetingargjøldum um árið, so er tað umleið ein hálv milliard. Av hesi hálvu milliardini kemur bert ein brotpartur út aftur til tað føroyska vegakervið. Her eiga vit at skipa vektgjøld og skrásetingargjøld sum ein grunn uttan fyri fíggjarlógina, og geva einum stýri ræðisrættin til grunnin. Á tann hátt verður ikki gjørligt fyri politikarar at fella fyri freistingini at brúka fæið til onnur endamál. Soleiðis kundu vit fíggjað komandi undirsjóvartunnilin til Suðuroyar uppá kanska 15-20 ár, um inngjøldini og útreiðslurnar til vegakervið eru á leið tey somu sum í dag.

Vit hava als onki ímóti samhaldsfesti, men tað er alt annað enn samhaldsfast at lata íbúgvarnar í Norðoyggjum og Vágum gjalda 7 ferðir meira enn í dag, meðan tey í miðstaðarøkinum sleppa nærum kostnaðarfrítt, sæð burtur frá teimum fáu ferðunum árliga, tey eru á flogvøllinum. Eitt tílíkt hægri bummgjald rakar ymisku økini í landinum ómetaliga ymiskt, og rakar nógv harðast í Vágum og Norðoyggjum. 

Fyri ein ordans skuld skal undirstrikast, at vit onki hava ímóti, at Suðuroyggin fær fast samband, ella at tað verður fíggjað samhaldsfast, t.v.s. yvir skattin so ella so. Tað er uppskotni fíggjarleisturin við sjeyfaldaðum bummgjøldum, ið er púra burtur úr vón og viti. 

Tað má ongantíð koma upp á tal, at ætlanin um 70 krónur hvønn vegin verður førd í lívið, og norðoya- og vágapolitikarar hava eina serliga skyldu at ansa eftir, at tað ikki hendir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…