Lýsing
Lýsing

MEGD 40 ár

SKRIVAÐ: Almannamálaráðið  |  25.10.2021 - 08:15 Myndarøð Tíðindaskriv

Fríggjadagin hátíðarhelt MEGD, saman við sínum 24 limafeløgum, at tað eru 40 ár síðan, at meginfelagið varð stovnað. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum setti dagin, og handaði MEGD eina gávu. Røðan kann lesast niðanfyri.

 

Landsstýriskvinnan segði millum annað:

Er tað nakar, sum hevur ávirkað, hvussu vit øll hugsa og seta orð á tað at bera brek, so eru tað tit í MEGD. Navnabroytingin fyri nøkrum árum síðani ber vitnisburð um júst tað – hetta við at flyta seg frá forðingum yvir til tað, sum vit megna. Hetta stríðið er borið av einum sterkum virðisgrundarlagi um, at øll menniskju eiga somu rættindi til at liva og virka í øllum lutum av samfelagslívinum. Tí hevur tað eisini týdning hvussu vit umtala tað at bera brek.
 

Røðan hjá landsstýriskvinnuni:

"40 ár eru nú liðin síðani MEGD varð stovnað. Hetta var á sjálvum ST degnum, 24. oktober 1981, sum av ST var skýrt til alheims ár teirra, ið bera brek.

Slagorðið hjá ST fyri hetta árið var “Full luttøka og javnrættur”, og tað var við hesum sinnalagi, at áhugafeløgini fyrireikaðu árið, og seinni sama ár stovnaðu meginfelagið, sum í dag eitur MEGD.

40 ár er ikki 40 dagar, og nógv er broytt í samfelagnum hesi árini – til tað betra.

Okkara hugburður er nógv broyttur, og er tað nú ein sjálvfylgja at fólk, ið bera brek ella hava ymsar avbjóðingar, skulu hava eins góðar møguleikar at luttaka í samfelagslívinum, sum øll onnur.

Í skránni fyri dagin sæst, at Anne Mette Greve Klementsen fer at hugleiða um menniskjasýn og hugburð. Hetta er sera viðkomandi og væl valt til ein slíkan dag, har vit fagna føðingardagsbarninum.

Tí er tað nakar, sum hevur ávirkað hvussu vit øll hugsa og seta orð á tað at bera brek, so eru tað tit í MEGD. Navnabroytingin fyri nøkrum árum síðani ber vitnisburð um júst tað – hetta við at flyta seg frá forðingum yvir til tað, sum vit megna.

Hetta stríðið er borið av einum sterkum virðisgrundarlagi um, at øll menniskju eiga somu rættindi til at liva og virka í øllum lutum av samfelagslívinum. Tí hevur tað eisini týdning hvussu vit umtala tað at bera brek.

Endamálið hjá MEGD hevur øll árini verið at arbeiða fyri at beina burtur allan mismun, tá ið ræður um fulla atkomu til eitt virkið lív í gerandisdegnum, á arbeiðsmarknaðinum og í politiska lívinum.

Hetta hevur felagið m.a. gjørt við at vera samvitskan hjá okkum myndugleikum, ið varða av teimum kørmum, Føroyar veita fólki, ið bera brek.

Í 2006 varð ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, samtyktur. Eftir nógvum áheitanum frá MEGD til politisku skipanina varð hann trý ár seinni settur í gildi her á landi.

Við honum hava vit sum samfelag fyri fyrstu ferð bundið okkum til at tryggja, at øll mannarættindi eisini eru galdandi fyri fólk, ið bera brek.

Og hóast man onkuntíð hevur følt, at hann ikki altíð hevur verið líka sjónligur millum myrku politisku skýggini, so hevur sáttmálin síðani virkað sum ein ljósur viti í politiska arbeiðinum at betra um rættindini hjá fólki, ið bera brek.

Hetta sæst til dømis aftur í lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk og í lógini um almannatrygd og tænastur. Bara fyri at nevna nøkur dømi á almannaøkinum, har MEGD hevur spælt ein týðandi leiklut í fyrireikingunum av lógunum, og hevur tryggjað at lógirnar eru bornar av einum inkluderandi menniskjasýni.

Sum áhugafelagsskapur hava tit í MEGD áhaldandi varpað ljós á lívskorini hjá fólki, ið bera brek – eitt nú ígjøgnum limablaðið, sum ein lesur við stórum áhuga.

Eg gleði meg eisini til at lesa bókina hjá Snorra Brend og Jens Kristiani Vang Vit liva og virka, við 24 persónligum søgum úr teimum 24 limafeløgunum, og sum kemur út í dag.

Og við ST sáttmálanum hevur MEGD eisini fingið ein formellan leiklut í at tryggja, at almennu Føroyar liva upp til sáttmálan. MEGD hevur soleiðis tvær ferðirnar latið ST skuggafrágreiðing um hvussu tit halda, at tað gongst hjá okkum myndugleikum at liva upp til sáttmálan. Og harumframt hvørji átøk eiga at verða framd fyri at flyta okkara samfelag framá.

Við rættindum fylgja eisini krøv, verður sagt. Og hetta er ikki heilt skeivt, tí tað er ikki fyrrenn vit sum samfelag seta okkum øllum somu krøv um luttøku og at virka í samfelagnum at til ber at siga, at komið er á mál við slagorðinum “Full luttøka og javnrættur”.

Enn ganga vit leiðina, og ljósið hómast har úti í sjónarringinum.

Hóast stór framstig á nógvum vælferðarøkjum, so eru eisini dømi um, at vit kunnu gera tað betri.

Bíðilistar og tvørrandi samskipan av vælferðartænastum vísa okkum, at enn er ov tíðliga til, at vit við góðari samvitsku kunnu siga, at fólk ið bera brek hava somu rættindi sum onnur at gagnnýta sítt fulla potentiali til at liva og virka her á landi.

Vegurin er langur og tað er lætt at snáva, um vit ikki leiðast fram á mál.

Saman við MEGD megna vit!

Hjartaliga tillukku við føðingardegnum!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stórt tunnilsblað fríggja­dagin
Nú mugu vit vakna
J&K Petersen skipaði fyri tornkranaskeið…
B36 vann løgmanssteypið
Veðrið í vikuni
“TEIR SJEY LESTRAR­NIR”-gudstænasta við a…
Greining: Fólkið vrakar samgonguna og ve…
Mjølnir greiddu sína skyldu
Team Klaksvík hevur skift venjara
Pensjonistar framvegis fyri vanbýti – og…
Sigurin komin undir land
Jóla­heilsan frá borgar­stjóranum
Dagføring av koronastøðuni
Sama jóla­kalendara øll barnaárini
Frimodt spyr um prísáseting hjá Landssjú…
Tríggjar ferðir ræst kjøt sama dag
Í viðarlund­ina eftir jólatræi
Norðlýsið á gøtuni
Eingin postbátur frá 6. desembur til 3.…
Jóla­træshaldið í Svínoy avlýst