Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KVF ber uppfunnin tíðindi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.11.2021 - 08:01 Politikkur Tíðindi

skrivar Karl Johansen, borgarstjóri millum annað á sínum facebook vanga í rætting til útvarpstíðindini leygarkvøldi kl. 18. Í samrøðu við útvarpið fríggjadagin, nevndi eg ongantíð undanfarnu samgongu ella Jógvan Skorheim, men at útvarpið so leggur okkum undir at geva honum, skyldina fyri støðuna, má standa fyri útvarpsins rokning, sigur Karl Johansen

 

Karl Johansen borgarstjóri skrivar soleiðis:

 

Rætting til útvarpstíðindi leygarkvøldið kl. 18. At núverandi samgonga gevur undanfarnu samgongu, ella Jógvan Skorheim skuldina fyri at núvverandi samgonga onki far sett í verk, eru uppfunnin tíðindi.

Núverandi samgonga hevur lagt eina fíggjarætlan fyri komandi ár og vit taka fulla ábyrgd av hesi fíggjarætlan. Undir fíggjarætlanararbeiðnum var nógv umrøtt, hvussu vit skuldu klára at koma ígjøgnum árið 2022. Vit staðfestu, at nógv virksemi var í gongd og skilabest var at halda lív í øllum tí, sum verður gjørt í kommununi. Hvør hevur skildina av hesum haldi eg ikki tanir nøkrum endamálið.

Í samrøðu við útvarpið fríggjadagin, nevndi eg ongantíð undanfarnu samgongu ella Jógvan Skorheim, men at útvarpið so leggur okkum undir at geva honum, skyldina fyri støðuna, má standa fyri útvarpsins rokning. Alt Føroya fólk veit, at tað hendir nógv í Klaksvík og tað kemur ikki óvart á nakran, at alt virksemi kostar.

Vit í núverandi samgongu ætla okkum ikki at sita hendir í favn, men royna av øllum alvi at halda áfram at føra kommununa fram í fremstu røð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Yvir 21 milliónir bilar verið ígjøgnum N…
Vága Floghavn 9,4 milliónir í halli
Lands­stýris­maðu­rin hitt starvs­felagar úr…
Rósa og Elisabeth í praktik í kommununi 
Lands­stýris­maðu­rin á fisk­vinnu­messu í Ba…
Skip liggja við heimarukai
Atlantic Airways: Hall hóast ferðafólkam…
Símun: - Eg vildi vita meira um veðrið o…
Sommerson Band á Country Festivali­num
Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati…
Standmynd avdúkað í Oyndarfirði sunnudag…
Miðflokku­rin – lands­fundu­rin 2026
Veðrið í dag
Klassika­rin snýr seg um at umganga krepp…
Megnar Mjølnir at endurvinna steypakappi…
Aftur í ár var skipað fyri ársins vitana…
Ikki eiti á samgongubyrjan- 20. mió oyra…
Blátt við nýggjum staklagi
Javningin av almanna­pensjónum
Broytingar í ferðsluni uttanfyri Christi…