Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eftirhondini er tað einans árstíðin, ið framvegis ger svarta fríggjadagin myrkan. Sjálvt innihaldið av degnum verður uttan iva bjart fyri bæði vinnu og jólagávukeypara.

Bjarti svarti fríggjadagur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.11.2021 - 18:32 Leiðarin Mentan Vinna

Gamalt var ikki, at ein svartur dagur var nakað gott, og dømini eru minst tvinni um tað. Men nú kemur so Svarti Fríggjadagur, og hann er avgjørt til tað góða. Handilslívið vísir seg frá síni bestu síðu hendan dagin, og siður er, at tilboðini eru betri enn nakrantíð hendan dagin. Í Føroyum er Svarti Fríggjadagur vorðin startskotið til jólasøluna, og soleiðis er eisini 26. november í ár.

24. oktober 1929 varð róptur svarti hósdagurin, black Thursday. Tann dagin kom tað fyri ein dag, at stóra partabrævaspekulatiónin í 1920’unum í stóran mun bygdi á fiktivan kapital. Hesin skelkurin fór ígjøgnum alt USA, og yvir vikuskiftið bleiv alsamt meira greitt, at her fór at verða galin endi. Og so varð. Týsdagin 29. oktober fór allur amerikanski búskapurin í roynd og veru á húsagang, og dagurin fekk eisini lýsingarorðið ”svarti” knýtt uppí seg, svarti týsdagur ella black Tuesday.

Men hin triði svarti dagurin er ein heilt øðrvísi og positivur dagur. Tað er svarti fríggjadagurin, black Friday, og hóast hann kemur úr sama landi sum hinir báðir, USA, so er hann heilt øðrvísi og jaligur. Gomlu mekanisku roknimaskinurnar við strimli høvdu negativ tøl við reyðum og positiv tøl við svørtum, og tað eru hesi svørtu tølini, ið eru upprunin til heitið svarti fríggjadagur. Svart er positivt í hesum føri.

Í Føroyum hava vit eisini tikið dagin til okkara, men hann er tikin úr sínum samanhangi. Í USA er hann dagurin eftir Thanksgiving, ta serligu amerikonsku høgtíðina, sum stórt sæð er ókend í Europa. Thanksgiving er altíð ein hósdag, og er ein sonn veitsla við ríkiligt av mati. Fríggjadagurin eftir var (er?) eyðkendur við, at heilt mong fólk velja at leggja sær ein frídag tá, onnur sjúkramelda seg – kanska tí íðan so ríkiliga varð tikið fyri seg av tí váta slagnum dagin fyri – og sum heild vóru ikki mong fólk at síggja uttandura hendan dagin.

Hvat var so til ráða at taka? Handilsvinnan hevði fáar og ongar kundar svarta fríggjadag, so funnið varð uppá ráð. Handilsvinnan gjørdi fríggjadagin eftir Thanksgiving til dagin, har jólasølan varð skotin í gongd, og tá við sera góðum tilboðum. So í staðin fyri at liggja bakk tustu fólk út á gøturnar og til handils at keypa, áðrenn tilboðið endaði ella vøran varð útseld.

Tað er onki at taka seg aftur í, at dagurin eisini er dagur handilsvinnunar í Føroyum, og her hava fólk ikki timburmann svarta fríggjadag. So tað er lagað manni at keypa inn við góðari samvitsku, nú føroyska handilsvinnan spílar seg út og skjýtur jólasøluna í gongd.

Føroyska handilsvinnan hevur verið sera illa sperd seinasta hálva annað árið. Fólk hava hildið seg nógv meira heima, øgiliga mong hava ligið í sóttarhaldi, mong hava verið beinleiðis sjúk, og sera mong hava ikki handlað meira enn tað mest neyðuga. Flestøll vinnurekandi hava mist nógv av Corona-farsóttini, og her kemur eitt gott høvi at stuðla teimum. Sjálvandi fer ongin at keypa bara fyri at keypa, men heldur skal hetta síggjast sum hjálp til sjálvhjálp, við tað at jólagávuinnkeypini við fyrimuni fyri bæði seljara og keypara kunnu gerast hendan dagin.

Svarta Fríggjadagin stuðlar handilsvinnan okkum við serligum góðum tilboðum, eins og vit stuðla teimum við okkara jólainnkeypum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum