Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bókaframløga: Av Matterhorn í Leirvíkstún

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.11.2021 - 07:59 Mentan Myndarøð Tíðindi

Skrivað: Dánjal Eysturstein - myndir: Astrid Johannesen

Bátasavnið var enn einaferð hugnaligur karmur um gott tiltak við frásøgn og tónleiki. Hesa ferð var endamálið - umframt hugnan -  at leggja fram næstu bókina eftir Moniku Stauss Joensen. Tað vóru Bátasavnið, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Monika sjálv, sum skipaðu fyri løtuni. Monika í sveisiskum tjóðbúna  og Ólavur Jacobsen spældu yndisligar útsetingar fyri violin og gittar av miðevropeiskum fólkatónleiki og vísum, sum Ólavur sjálvur hevur útsett. Henda løtan á Bátasavninum við gomlum bátum, amboðum og myndum og so sveisiska tónleikinum var sum samanrunnin lýsing av evninum í nýggju bókini - hvussu kunnu mótsetningar trívast?

 

Turið Kjølbro frá Bókadeildini legði fyri við at greiða í høvuðsheitum frá innihaldinum í bókini og grundgevingum fyri at útgeva tílíkt tilfar. Hon vísti á, at henda nýggja bókin "Av Matterhorn í Leirvíkstún" fyri so vítt tekur upp tráðin eftir fyrru bókina "Edelweiss og og sólarkaffi", sum kom út fyri 8 árum síðani. Báðar bøkurnar lýsa, hvussu tað er at vera útlendingur í Føroyum, ja sigast kann, at hetta evni er sum ein reyður tráður gjøgnum báðar bøkurnar. Monika lýsir jaliga við mongum frásagnum og kreativum dømum, hvussu vit kunnu skapa trivna fyri onnur og okkum sjálvi, og hon hevur sjálv gingið undan sum ein sonn fyrimynd.

 

Paula Gaard námslektari hevði samrøðu við Moniku um bókina. Tær hava verið vinkonur, síðani Paula sum smágenta flutti til Leirvíkar at búgva, og tey munnu vera fá, sum kenna Moniku so væl sum Paula. Hon legði fyri við at siga, at hon hevði lisið (slúkt?) bókina við stórum áhuga, og at tað var spennandi og rørandi at lesa tær søgurnar, sum hon kendi so væl munnliga. Tær báðar lýstu í samrøðuni, hvussu Monika, tá hon ikki fekk samskift sínar kenslur í sínum netverki, istaðin fór at skriva - ikki við útgávu fyri eyga, men meiri sum terapi.  Tær lýstu eisini sera væl, hvussu torført tað var at læra seg føroyskt, lítið og einki tilfar var til at læra føroyskt sum fremmandamál.  Familja og vinir royndi sum frægast at hjálpa, og stuttligt  at hoyra frásøgnina um tá húsini stóðu í gerð, og svágurin, sum bygdi húsini, eisini royndi at byggja málsligu førleikar hennara og m.a. skrivaði bendingar á bakið á fjalunum,  sum prýða innveggirnar í húsunum úti á Sýnuni. Frægasti lærarin var tó Emil úr Lønnibergi, sum fanst á týskum og føroyskum og varð lisin gjølla fyrstu tíðina. Ein niðurstøða er, at hetta evni, at læra útlendingar føroyskt, hevur onganið verið so brennandi aktuelt sum nú.

 

Osmund Justinussen, upphavsmaður til Bátasavnið og tikin úr leikum sum frásøgumaður, var triði røðarin á skránni. Osmund legði fyri við at siga, at hann ikki plagdi at skriva talur sínar niður, men nú helt hann seg vera vorðnan so  gamlan og gloymskan, at talan hesuferð var niðurskrivað. Hon var kortini so góð, at vit hava biðið Osmund um loyvi at endurgeva hana fyri seg í heilum líki.

 

Familjan var síðani  á skránni. Fyrst spældi elsta ommubarnið Miriam á violin saman við Ólavi Jacobsen kenda lagið "Edelweiss" eisini útsett fyri violin og gittar. Síðani greiddu børnini Adrian, Marjun og Nicolas greiddu frá, Debora er í Danmark í lestrarørindum. Tey høvdu nógv at greiða frá, um meir og minni stuttligar hendingar í samband við at hava foreldur við aðrari mentunnarligari og málsligari bakgrund. Tey eru samd um, at hetta hevur ríkað lívið og víðkað sjónarringin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið