Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dagføring av koronastøðuni

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  03.12.2021 - 17:10 Tíðindi

Seinastu dagarnar hevur gongdin í korona-smittuni verið uppeftirgangandi, og hetta setur tí aftur dám á dagligdagin á dagstovnaøkinum, skúlanum og frítíðarskúlanum.

Her í Norðoyggjum hevur alment skrásetta smittutalið seinastu tríggjar dagarnar verið íalt 39, sum er væl hægri enn dagarnar frammanundan. Eitt nú hevur smittan rakt 1. flokkar á Skúlatrøð, sum eisini eru partur av frítíðarskúlanum Snjallabjalla. Eisini hava smittutilburðir rakt onkrar stovur á dagstovnum.

Hetta merkir í fleiri førum, at neyðugt er, at fleiri lata seg kanna. Í hvørjum einstøkum førum koma hesi boðini frá avvarðandi stovnsleiðara. Hetta kann tykjast ørkymlandi og møtimikið, men tað er samstundis soleiðis, at vit fáa best tamarhald á støðuni sambært heilsufakligu ráðgevingini, sum vit eru í dagligum samskifti við. Eru broytingar í tilmælum landsmyndugleikans, so fylgir kommunan hesum.

Tá ið smittutilburðir íkoma, verður í fyrsta umfari handlað lokalt í hvørjum einstøkum føri í samráð við Landslæknan. Her hava bæði starvsfólk, foreldur og børn stóra tøkk uppiborna fyri teirra innsats, soleiðis at henda herviliga smitta er hildin niðri í mest møguligan mun.

Nú tað nærkast jólum, er vónin, at umstøður verða hjá hvørjum einstøkum av okkum til at fáa eina hugnaliga jólahøgtíð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…