Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýggari luft fer at reka ímóti Føroyum í vikuni. Skýggjað og ælaveður næstan hvønn dag. Onkur drúgv løta við regni. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  05.12.2021 - 17:03 Tíðindi Veðrið

Hann fer at liggja av ættunum millum sunnan og eystan næstan alla vikuna – fyri tað mesta av landsynningi. Okkurt avbrot verður tó. Týsnátt og -morgun er ættin um útsynning.

Hitalagið fer eitt vet uppeftir – fer fyri tað mesta at liggja um 4 til 6 stig um dagin. Luftin, sum rekur til okkara, kemur av leiðum nakað væl sunnanfyri.

Einki illveður í vikuni, sum kemur. Onkrar løtur eru 13 til 18 m/s, men fyri tað mesta 10 til 15 m/s. Eisini verða løtur við lítlum og ongum vindi.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Landsynningur sunnan, 8 til 13 m/s. Eina løtu seinnapartin landsynningur, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður.

Hitin fer at liggja um 5-6 stig.

Týsdag: Fyrrapartin útsynningur, 5 til 10 m/s, seinnapartin eystan, sama vindferð. Skýggjað og okkurt ælið fyrrapartin. Seinnapartin yvirhøvur turt.

Hitin fer at liggja um 5-6 stig.

Mikudag: Fyrrapartin landsynningur, 10 til 15 m/s, seinnapartin minkar vindurin niður í 8 til 13 m/s. Skýggjað og okkurt ælið um morgunin og út á fyrrapartin. Seinnapartin yvirhøvur turt og møguliga sólglottar.

Hitin fer at liggja um 5-7 stig.

Hósdag: Landsynningur sunnan, 10 til 15 m/s. Út á seinnapartin landsynningur veksur vindurin upp í 13 til 18 m/s. Skýggjað allan dagin, regn fyrrapartin; ælaveður seinnapartin.

Hitin fer at liggja um 6-7 stig.

Fríggjadag: Landsynningur, 13 til 18 m/s, minkandi út á fyrrapartin niður í 10 til 15 m/s og niður í 8 til 13 m/s um kvøldið.  Skýggjað og smávegis æl allan dagin.

Hitin fer at liggja um 6 stig.

Leygardag: Um morgunin 8 til 13 m/s av landsynningi suðuri. Út á fyrrapartin veksur vindurin upp í 13 til 18 m/s. Seinnapartin fer aftur at minka. Um kvøldið eru 8 til 13 m/s av suðuri. Skýggjað og ælaveður fyrrapartin, regn seinnapartin og um kvøldið.

Hitin fer at liggja um 5-6 stig.

Sunnudag: Útsynningur, 5 til 10 m/s. Seinnapartin 3 til 8 m/s. Skýggað og ælaveður allan dagin.

Hitin fer at liggja um 6-7 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lars Løkke er í Føroyum
USA skal vísa virðing, sigur Løkke
Trump vil hava Grønland
Veðrið í jóla­vikuni
Tussj: Bárður er flogbóltsumsjó­nar­maður…
Gamli Klakksvíkshandilin eisini opin í d…
1151 pakkar umborð á 102 skip      
Betlehems fløtur og Fugloyar­hálsur
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Harmoniku­liðið hjá Kvøldskúla­num verið á…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Brandan bjóðar bestubitar á jólum
Í týskari fangalegu
Sjálvstýri tilreiðar við eini bústaðarre…
Heimafriður minnir á jóla­friðin
Greiður sigur til Stjørnuna
Team Klaksvík móti StÍF
Finn skapar serstakar og hugnaligar siðv…
Myndarøð: Jóla­skipið og Ársins Rósa
Finn Stampe varð valdur til Ársins Rósu