Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tiltaksmynd | Mynd: Petur Ovi Mørkøre

Point Guard hjá Hávi aftur í Føroyum

SKRIVAÐ: Áron Sofus Høgnason Vest  |  27.12.2021 - 16:11 Ítrottur Tíðindi

Fyri einum mánaða síðani var Norðlýsið frammi við sólskinssøguni um Petur Ova Mørkøre, sum fór til USA at leika kurvabólt í ein mánaða. Nú er unga stjørnuskotið komið heim aftur, og Norðlýsið hevur havt eitt prát við hann.

Ørkymlandi byrjan

Tað gongur ikki altíð sum prestur prædikar – soleiðis er eisini við flogferðaætlanum. “Byrjanin var øgiliga buldraslig. Eg fór úr Vágunum um 0900-tíðina fráferðardagin. Táið eg so komi á flogvøllin í Íslandi, var eg har í sjey tímar og nú skuldi ferðin til New York byrjað. Tað var har, at alt endaði galið. Bæði flogfarið og viðførið hjá mær var seinkað.” sigur Petur Ovi.Tiltaksmynd

Ein skuldi trúð at søgan bleiv betri eftir hetta. Men so var ikki.

“Viðførið bleiv burtur, og tá vóru góð ráð dýr. Tað var har, at tað bleiv enn verri. Eg náddi ikki flogfarið sum eg skuldi við. Hetta var flogfarið sum skuldi flúgva til Minneapolis. Eg endaði við at gista eina nátt á JF Kennedy flogvøllinum” leggur Petur Ovi afturat.

Ævintýrið byrjar

Einaferð bleiv tað so betur, og Petur Ovi kom uppá pláss. Tað gekk ikki leingi til at venjingin fór í gongd. “Eg fór at venja við Bryan Blascziek, ein fyrrverandi yrkisspælari á college-støði. Hansara serstaki eginleiki var at skjóta 3-pointarar (skot, skorað uttanfyri 3PT-linjuna, red.). Bryan er um 54 ár og er privatvenjari hjá kurvabóltsleikarum, ið ynskja at venja skot. Harumframt er hann eisini lærari og venjari hjá einum high school-gentuliði.” sigur Petur Ovi.

Gongdin

“Eg havi so vant fimm til seks ferðir um vikuna, og spælt sokallaðar pick-up-dystir í vikuskiftinum. Ein pick-up-dystur gongur soleiðis fyri seg, at ein fer til eitt open gym (opin ‘fimleikahøll’, red.) og hittist við fleiri øðrum leikarum. Oftast eru hesir dystir stuttir, og spælt verður uppí 21 ella 15. Oftast spældu vit 5-8 dystir, alt ann uppá hvussu ein klárar seg.” sigur Petur Ovi.
Hóast hetta ikki eru almennir og skrásettir dystir, so er tað við lív og sál, at kurvabóltsleikarnir ganga upp í hetta: “Tað er øgiliga intenst meðan leikt verður, men aftaná gerast allir vinir aftur” leggur Petur Ovi afturat.

Umframt kurvabólt, so hevur tíð verið til sosiala samveru og forvitnisaktivitet annars. Tað hevur sambært Petur Ova eisini tikið eitt gott petti av mánaðinum í USA.

Hvat gav kurvabólturin so unga stjørnuskotinum?

“Dystirnir hava gingið okey. Tað tekur tíð at venja seg við teirra máta at leika kurvabólt. Teirra støði er nakað hægri enn her heima. Teirra verjuspæl eru betri, og eru teir generelt betri fyri. Teir sum eg so leikti saman við eru mest ungir menn, ið enn ikki eru farnir í college. Eisini vóru sindur eldri mannfólk, um eini 30-40 árs aldur – hesir høvdu flestallir spælt í college sum yngri.” svarar Petur Ovi.

Kappingin NBA (National Basketball Association) er heimsins besta kurvabóltskapping. Her eru 30 lið, deild út á tvær deildir, har hvør deild hevur tríggjar undirdeildir (devision, red.) í sær. Tríggir út av 10.000 high school leikarum náa til NBA.

Summar summarum
Tiltaksmynd

Táið Petur Ovi verður spurdur um hvussu hann er nøgdur við túrin, svarar hann stutt og greitt: “Eg eri ordiliga væl nøgdur við hendan túrin. Eg gleddi meg tó nógv at koma heim at síggja vinir og familju aftur.”

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar taptu 3-0 fyri Norð­urmakedónia –…
MF mist tolið við SEV
Brak byrjan
Javnaðar­flokku­rin vil loysa
Nú byrjar samfelagsmøt­ini í Badmintonhøl…
LÍV um stóru íbúðarverkætlan­ina Við Sand…
Fólk skulu ikki bara búgva Við Sandin –…
Livandi Varmakelda
Húsarhalds­skúlin: Seinasti skeiðsdagur á…
Lands­stýris­maðu­rin vitjað Norð­havn­ina í…
Opus: Okkara samskiftisloys­nir til sjóvi…
Brandur klárur eftir summar­steðgin
Sjálvtøkan við handkeypsheilivági á Norð…
Er havhestastovnu­rin í minking av mannaá…
Tankar, sum tónleikasøgan hjá Rana hev…
Tannlækna­starvið er nógv broytt
U21-landsliðið byrjar í Klaksvík leygark…
Gadus siglir heim
Nakkur hevði 100 pund uppá stampin
Norðtonn – tannlæknastova í nýggjum hølu…