Lýsing
Lýsing
Gomul mynd tá amerikanska herskipi USS Donald Cook lá við bryggju í Føroyum | Mynd: Arktisk Kommando

USA brynjar seg at koma til Føroya og Grønlands

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.01.2022 - 07:00 Leiðarin Politikkur

Í donskum miðlum eru í hesum døgum myndir av, tá USS Donald Cook lá við bryggju í Føroyum. Og orsøkin er arktiska strategiin hjá USA í Norðuratlantshavi. USA arbeiðir í fullari ferð við at fáa staðsett radarar og dronuflúgving í Arktis, samstundis sum Russland dubbar seg eystanfyri. Eitt nýtt kalt kríggj er neyvan í umbúna – tað ynskir neyvan hvørgin partur, – men støðan minnir ikki sørt um.

 

Niðri í Danmark verður framvegis arbeitt við arktisku strategiini, sum Jeppe Kofod byrjaði fyrraárið. Í 2020 gekk tann gamla arktiska strategiin út, og ætlanin var, at hon skuldi útskiftast við eina nýggja beinanvegin. Coronafarsóttin var høvuðsorsøkin til tað, sigst, men øllum kunnugt er heldur ikki full semja í Føroyum ella Grønlandi um ætlanirnar. Í høvuðsheitum tí vit kenna ov lítið til tær.

Uttanríksmál og verjumál eru ikki yvirtikin øki, so formliga kann Danmark handla vegna alt ríkið, men tað hevði verið ramaskríggj, um ríkismyndugleikarnir bara trumlaðu NATO’sa vilja ígjøgnum uttan samtykki frá Føroyum og Grønlandi. Tað hevði verið at tikið okkum av ræði í okkara egna landi, og hevði verið sum reint diesel á motorarnar hjá loysingarkreftunum í báðum londunum – eins og trekt allar tenninar úr sambandskreftunum.

Hvørki í Føroyum ella Grønlandi tykist viljin til hernaðarradarar, herflotastøðir ella dronuflúgving vera sterkur í fólkunum. Uttan iva eru summir svornir NATO- og USA-fjepparar í báðum londum, men ynskið kemur fyrst og fremst uttanífrá. Danmark hevur tað frá NATO, og NATO hevur tað frá USA. Harvið er ikki sagt, at fólkaviljin í Føroyum er ímóti – tað vita vit ikki – men fólkaviljin er at verða tikin við uppá ráð og at vera fult kunnað um ætlanirnar. Og tað eru vit ikki.

Tað, vit vita, er, at USA ynskir at vera nógv meira til staðar í Arktis. Teir hava ongar ítøkiligar ætlanir um ein basa í Føroyum, men ynskja eina havn, har teirra skip kunnu koma inn og fáa proviant, vatn, brennievni og fáa gjørt smávegis ábøtur. Hettar vóru eisini boðini frá undanfarnu amerikansku sendikvinnuni í Danmark Carlu Sands, tá Norðlýsið hevði samrøðu við hana í juli 2020. 

Føroyar hava ongantíð verið ein krígsførandi tjóð, hava ongantíð ynskt at verða tað og fara ongantíð at verða tað. Vit høvdu helst viljað ligið í frið, leys frá øllum geopolitiskum hernaðaráhugamálum. Tað hevur Føroya Løgting samtykt, og tann samtyktin er ongantíð broytt.

Tingingarnar millum Trine Bramsen og føroyska Landsstýrið fara at vera avgerandi fyri, hvønn leiklut Føroyar fáa í arktiska stórpolitikkinum. Stóri spurningurin er, um Landsstýrið hevur føroyska fólkið aftanfyri seg. Hevur tað ikki tað, so fara vit við fullari vissu at síggja loysingarrørsluna koma fyri seg aftur í Føroyum. Tí Danmark hevur veto-rætt í NATO, og brúkar Danmark ikki tann rættin, hóast Føroya fólk er ímóti politikkinum, so fer ynskið um loysing Danmark og Føroya ímillum at vaksa seg sera stórt í Føroyum.

Øll tykjast at vera á einum máli um, at 2022 verður árið, har gjørt verður av, um USA og NATO fara at fáa fótin fyri seg í Føroyum og Grønlandi. Og har tað verður greitt, um tað hevur fólksins vælsignilsi ella ikki. Vit vita, hvat USA vil, og at Danmark ikki fer at leggja seg tvørt fyri. Spurningurin er nú, hvat vit vilja.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald