Lýsing
Lýsing
Lýsing

René S. Joensen skoraði fyrsta málið hjá KÍ í ár

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  15.01.2022 - 13:03 Ítrottur Tíðindi

Men KÍ tapti móti NSÍ.

Í dag var fyrsti venjingardysturin í ár leiktur í góðum fótbóltslíkindum í Klaksvík. Talan bleiv um ein typiskan fyrsta venjingardyst, har lítið samanhangandi fótbóltsspæl var at síggja. Liðini vóru tó effektiv, tí tey skoraðu uppá nærum allar møguleikarnar, ið vóru í dystinum. NSÍ vann 2-1 við sigursmáli í síðstu løtu. Spælt bleiv tvær ferðir 30 minuttir. Nýggi NSÍ-venjarin, Todi Jónsson, er ikki komin til landið enn, og tí var tað høvuðsungdómsvenjarin, Bill M. Jacobsen, sum stóð á odda fyri liðnum.

 


KÍ-NSÍ 1-2 (1-1) (Leiktíð: 60 min.)

0-1: Búi Egilsson (Upplegg: Mórits Heini Mortensen)

1-1: René S. Joensen (Upplegg: Árni Frederiksberg)

1-2: Aron Knudsen (Upplegg: Teitur Knudsen)

 


KÍ (4-3-3): Mathias Rosenørn - Jesper Brinck, Børge Petersen, Deni Pavlovic, Patrick Da Silva - Jákup B. Andreasen, Claes Kronberg, René S. Joensen - Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Mads B. Mikkelsen. Í hálvleikinum komu Meinhardt P. Joensen, Óli Ey. Poulsen, Jonn Johannessen og Jóannes Bjartalíð inn. Seinnu komu Olaf K. Hansen, Dávid B. Andreasen, Símun Kalsø og Tóki á Lógv inn.

NSÍ (4-2-3-1): Dánjal Danielsen - Pætur Hentze, Oddur Á. Højgaard, Hans Marius Davidsen, Pætur Skipanes - Sølvi Sigvardsen, Mórits Heini Mortensen - Aron Knudsen, Jógvan Højgaard, Jørgen Nielsen - Búi Egilsson. Í seinna hálvleiki gjørdi NSÍ fleiri útskiftingar, har yngri óroyndir leikarar komu á vøllin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…